Undan heimadystinum ímóti Ukreina í kvøld var møguleiki fyri, at Føroyar kanska fóru at kvalifisera seg til EM endapælið um eitt ár. Nú er tann møguleikin horvin.
Føroyar taptu í kvøld 4-0 ímóti Ukreina, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 2-0.
Talan var um fínt ukreinskt landslið, sum spældi skjótt og neyvt álopsspæl og við stórum hugflogi. Tvey mál vórðu skorað eftir lítlari løtu, tá ið umleið ein hálvur tími var farin, og tá ið tað tíðliga í seinna hálvleiki varð 3-0, varð spurningurin bara, hvussu stórur ukreinski sigurin fór at verða.
Sigurin kundi havt verið størri enn 4-0. Tríggjar ferðir sendu ukreinarar bóltin í stólparnar aftanfyri føroyska málverjan. Einar tvær ferðir bjargaði føroyski málverjin rættiliga væl, men í tveimum førum kundi hann havt verið hepnari, tá ið teir skoraðu.
Føroyska liðið var støðugt undir stórum trýsti. Luturin var fyri tað mesta at renna aftaná mótstøðumonnunum. Tað eydnaðist mest sum ikki av álvara at mynda føroysk álop, tí mótstøðumenninir vóru so skjótir á honum við bóltinum, og møguleikarnir at finna liðfelaga vóru so avmarkaðir.
Í einstøkum førum vunnu føroyingar deyðbóltsstøður á mótstøðuhálvuni, men tá var oftast ov illa avgreitt. Síðsta korterið royndi føroyska liðið at møta mótstøðumonnunum frammarlaga á vøllinum. Tað bar onkra spenta støðu við sær, og í tí eina førinum var møguleiki fyri at skora, men tá varð bólturin eftir fríspark sendur omanfyri málið.
Føroyar hava higartil staðið seg væl í hesi EM undankappingini. Tapið í kvøld var tað størsta síðani 10. september í 2019, tá ið tað endaði við 7-1 tapi á útivølli ímóti Norðurmakedonia. Síðsti dysturin í hesi EM undankappingini verður týsdagin í Klaksvík, tá ið Serbia verður mótstøðuliðið.
Føroyar – Ukreina 0-4 (0-2)
0-1: Artem Bondarenko 28.
0-2: Vladyslav Supryaha 33.
0-3: Kostiantyn Vivcharenko 54.
0-4: Georgiy Sudakov 62.
Dómarabólkur úr Noregi: Kristoffer Hagenes, Anders Olav Dale, Christer Jørgensen og Sivert Øksnes Amland (4. dómari)
Føroyar: Bárður á Reynatrøð, Víkingur – Ragnar Skála, AB, Elias Rosborg, Hvidovre IF Danmark, Gullbrandur Øregaard, Sandberg ULF Noreg, Pætur Turiðarson Skipanes, NSÍ (Bárður Ólavsson Jensen, B68, 75.) – Símun Sólheim, B36 (Heini Sørensen, FCM Danmark, 64.), Noah Mneney, Víkingur, Magnus Holm Jacobsen, B36 (Olaf Bárðarson, Víkingur, 64.), Lukas Giessing, Nykøbing FC Danmark (Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur, 83.) – Stefan Radosavljevic, HB, Áki Debes Samuelsen, HB (Poul Kallsberg, Skála, 76.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bjarti Vitalis Mørk, HB, Áki Johannesen, B68, Meinhard Geyti, NSÍ Jørgen Nielsen, Østers IF Svøríki
Gult kort: Stefan Radosavljevic, Magnus Holm Jacobsen, Gullbrandur Øregaard, Olaf Bárðarson
Venjari: Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari: Atli Gregersen