Hetta var stórt vónbrot

Síðsta korterið var skammlop í føroysku verjuni, og so endaði tað eftir gott avrik við 3-0 tapi

Tað er stórt vónbrot í føroysku landsliðsleguni íkvøld. Á Tórsvølli endaði tað við 3-0 tapi ímóti Rumenia.

Føroyska liðið var væl upplagt og væl skipað, og fyrsta tíman og meiri enn tað, var føroyska liðið og føroyska verjan ikki undir sovornum trýsti, sum tað so mangan hevur verið undir.

Rumenararnir høvdu bóltin meiri, og teir telvaðu seg viðhvørt í støður, sum kundu borið mál við sær, men sum heild høvdu føroyingarnir tak á væl skipaðum verjuspæli, og onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist at fáa hol á.

Besta føroyska royndin var tað, tá ið Jóannes Bjartalíð legði innfyri úr vinstru, og Klæmint A. Olsen stakk seg upp og við høvdinum sendi bóltin móti handaru síðu í málinum, men málverjin bjargaði til horna.

Tað luktaði av stigi, og Jóan Símun Edmundsson gjørdi seg kláran at verða skiftur inn í vónini um, at tað kanska fór at eydnast at vinna upplagdan møguleika og skora mál.

Men so skoraði Rumenia eitt mál, sum føroyska verjan iðrar seg um, tí talan var um einfalda sending í djúpdina í høgru til Puskas, sum verjan átti at havt tak á.

Hugburðurin hevði verið fínur, og hann var framvegis góður, men so varð tað vónbrot oman á vónbrot. Innskifti Mitrita økti um munin, og í síðstu sekundunum endaði tað við 3-0.

Úrslitið var av tí slagnum, sum føroyingar kenna alt ov væl, og endin var soleiðis, sum hann so ofta hevur verið.

Men hugburðurin og avrikið nógv tann størsta partin av tíðini eigur at bera boð um, at landsliðið fer at geva Lars Olsen góða farvælgávu, tá ið liðið týskvøldið fær vitjan av Malta.

Í kvøld vóru nógv setur tóm á Tórsvølli. Liðið og venjarin hava uppiborið, at tað týskvøldið verður frammanfyri fullsettum vølli, at punktum verður sett á heimavølli fyri hesi kappingini og fyri tíðarskeiðnum við Lars Olsen við stýrisvølin.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

Føroyar - Rumenia 0-3 (0-0)

0-1: Puşcaş 74.

0-2: Mitriță 83.

0-3. Keșerü 94.

Dómarbólkur úr Aserbadjan: Aliyar Aghayev, Zeynal Zeynalov, Akif Amirali og

Rahim Hasanov (4. dómari)

Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson (Eli Falkvard Nielsen, 78.) , Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (Andrias H. Eriksen, 71.), Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen(Jóan Símun Edmundsson, 75.)