Tað var eingin fagnaður, tá ið Petur Reinert bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá í Trongisvági.
Máltalvan vísti 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Hans Pauli Samuelsen skiftur inn á framrættað pláss hjá EB/Streymi, og smáar tíggju minuttir seinni legði hann gestirnar við Stórá í Trongisvági á sigurskós. Uppleggið átti Ragnar B. Danielsen.
-Eg eri vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at varð veita leiðsluna. Talan var ikki um tað stóra fótbóltsspælið, og vindurin darvaði nógv. Men báðir partar vístu sera góðan hugburð, og so fingu vit í síðstu løtu eitt keðiligt mál ímóti okkum. Vit eiga ikki at gera fríspark í sovornari støðu. Men tað gjørdu vit, og tað kostaði tvey stig, tí tríggjar minuttir undan leikloki var Arnar Dam óheppin, tá ið bólturin umvegis høvdið á honum datt í handara síðunetið, eftir at TB við frísparki legði fram úr vinstru, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
John Villi Wøldike hjá TB harmast um, at tað ikki eydnaðist honum og hansara monnum at vinna fulla úrtøku:
-Vit saknaðu Ndende, sum higartil í ár hevur verið okkara besti maður. Vit spældu okkum til fleiri góðar møguleikar, men sum fleiri ferðir fyrr í ár, eydnaðist tað ikki at vinna úrtøku burturúr. Tá ið tað so gekk, sum tað gjørdi, so var tað gott, at tað eydnaðist at javna. Næsti dystur verður ímóti NSÍ, og tað gleða vit okkum til, tí hóast vit taptu 3-0 í Runavík, so vóru vit væl við, sigur John Villi Wøldike hjá TB.
TB - EB/Streymur 1-1 (0-0)
0-1: Hans Pauli Samuelsen 75.
1-1: Sjálvmál 87.
Dómari: Petur Reinert