Tað var ein sera vónsvikin Bartal Eliasen, sum eftir dystin mátti ásanna, at tað heldur ikki hesuferð eydnaðist fuglfirðingum at vinna steypakappingina.
Fuglfirðingar vóru í steypafinaluni fyri triðju ferð, og aftur hesuferð gjørdust teir ov stuttir.
-Tað kennist øðiliga súrt, at standa her við silvurkrónunum eftir at hava spælt eina steypafinalu, sum vit gott kundu vunnið. Eg haldi at vit vóru minst líka góðir sum EB/Streymur. Vit komu fram til fleiri góðar kjansir. Men kláraðu ikki at umseta kjansir til mál, meðan teir skora uppá ein av sínu fáu kjansum, og tí vinna teir dystin, segði ein sera vónsvikin Bartal Eliasen eftir dystin.
-Eg haldi ikki at manglandi royndir í tílíkum dystum kostaði okkum sigurin. Vit vóru uppsettir, og vístu stóran part av dystinum gott fótbóltspæl. Somuleiðis komur vit fram til fleiri góðar kjansir, men neyvleikin manglaði í avgerðandi løtum. Tað var stong úr hjá okkum, segði ein vónsvikin Bartal Eliasen at enda.