Hetta var ongantíð ætlanin

Ætlanin var ongantíð at Hoydalar skulu latast til nøkur fá, sum sitandi meiriluti í býráðnum í Havn, hevur róð fram undir, sigur løgtingskvinna

Hvat er ætlanin, at Hoydalar skulu brúkast til. Tað er ein spurningur, Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, nú skal koma við eini almennari frágreiðing um. Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin og býráðslimur í Havn – og eisini fyrrverandi borgarstjóri í Havn, hevur nú reist málið og hevur biðið landsstýrismannin um eina frágreiðing um, hvørjar framtíðarætlanir eru við Hoydølum.

 

Eitt, sum hevur verið frammi, er, at Landið og Tórshavnar Kommuna skuldu gera eitt makaskifti, har kommunan fær Hoydalar frá Landinum og at Landið afturfyri fær tey 40 prosentini av Venjingarskúlanum, sum kommunan eigur, til at leggja afturat Fróðskaparsetrinum.

 

– Sitandi býráðsmeiriluti í Havn hevur verið frammi við eini ætlan um at byggja íbúðir í Hoydølum, vísir Annika Olsen á, og fyrst í februar skuldi ein arbeiðsbólkur verða komin til eina niðurstøðu um Hoydalar sum bústaðarøki. Men hon er ikki komin enn, leggur hon afturat.

 

– Hoydalar eru størsta fríøki í landinum, og longu í 1996 varð tað friðað tí tað er eitt serligt øki, í bæði náttúran og siðsøguliga - og ikki minst er tað fornfrøðiliga áhugavert. Í 2010 varð semja gjørd ímillum Landið og kommununa um, at Hoydalar verða verða frílendi eftir eini serligari frílendisætlan.

 

– Økið hevur tí ongantíð verið ætlað til bústaðir til nøkur fá, men heldur til eitt øki, ið allir borgarar frítt kunnu njóta. Landið eigur bygningarnar í Hoydølum, og hevur tískil eisini ábyrgd av, at hesir verða hildnir, sigur Annika Olsen í viðmerkingunum til spurningarnar til Jenis av Rana.

 

Hon heldur, at tað er kann tykjast at vera sjálvsagt, at mentamálaráðið fær tey 40 prosentini av Venjingarskúlanum, sum kommunan eigur, so at tað kann verða tikið upp í Fróðskaparsetrið, og í roynd og veru var semja longu gjørd ímillum kommununa og Mentamálaráðið um tað.

 

Men hon heldur, at ístaðin fyri at kommunan fær Hoydalar aftur fyri, kundi kommunan fingið eitt stykki við Stórutjørn aftur fyri. Hon sigur, at tað er ein umfatandi heildarætlan og arkitektakapping, gjørd fyri Stórutjórn, við eini fullfíggjaðari íbúðarætlan til eini 1.500 -1.800 fólk.

 

Er býráðið sinnað til tað, ber til at fara til verka við Stórutjørn beinanvegin at útvega bústaðir, sigur Annika Olsen.