Á føroyska U17-hondbóltslandsliðnum eru tveir venjarar. Teir eru danski Flemming Oliver Jensen og føroyski Bárður Johannesen, sum í mong ár hevur umboðað besta mansliðið hjá Kyndli. Eisini kenna fleiri hann sum fyrrverandi málverja á besta mansliðnum hjá HB. In.fo fekk orð á Bárður Johannesen stutt eftir dystarlok.
- Kenslan er ótruliga góð, og hetta var øgiliga stuttligt. Vit høvdu bert sæð videoupptøkur av íslendska liðnum, men vit trúðu upp á okkara møguleika. Tað gav so eisini úrslit, sigur ein væl nøgdur Bárður Johannesen við in.fo
- Har var sjálvandi nógv gott, ið vit kunnu taka við úr dystinum. Leikferðin var ógvuliga høg, og harafturat spældu vit longri enn fleiri av gentunum eru vanar við. Fleiri av teimum spæla vanliga tvær ferðir 25 minuttir, men í dag varð spælt tvær ferðir 30 minuttir.
At enda væntar Bárður, at teir næstu dystirnir ímóti Kekkia og Russlandi verða ógvuliga truplir.
- Fyrst og fremst vóna vit, at allar genturnar eru skaðafríar og klárar til dyst í morgin. Tað halda vit eisini, at tær eru. Vit sóu dystin ímillum Russland og Kekkia í dag, og mótstøðan verður hørð. Tær russisku genturnar eru ómetaliga stórar og sterkar, nógv størri enn okkara gentur. Tær spæla næstan bara upp á styrki. Vit hava betri vónir til dystin ímóti Kekkia, tí at tær taptu so stórt ímóti Russlandi, men Kekkia megnaði at fylgja við stóru russunum ein stóran part av dystinum, so tær verða heldur ikki at kimsa at.
Dysturin ímillum Russland og Kekkia fyrr í dag endaði við einum trivaligum 34-17 sigri til russararnar. Føroyar spæla aftur klokkan 19 í morgin í høllini á Hálsi.