Hesa seinastu tíðina hevur eitt sindur av kjaki tikið seg upp um eina samrøðu, sum Sosialinum hevði við meg fríggjadagin 4. februar undir yvirskriftini ?Hergeir Sveik Suðuroynna?.
Samrøðan var ein viðmerking til atkvøðugreiðsluna á Føroya Løgtingi beint frammanundan, tá ið uppskotið um at leggja oljuvinnuhavn í Suðuroynni varð felt.
Fyrst má eg biðja um umbering fyri, at eg geri so seint vart við meg. Men orsøkin er, at beint aftaná, at samrøðan kom í blaðið, varð er innalgdur á sjúkrahús, har eg bæði varð viðgjørdur við sterkum, pínudoyvandi heilivági og øðrum heilivági, sum hevur ført við sær, at tað, sum er farið fram teir 13 dagarnar, eg varð innlagdur, stendur rættiliga kámt fyri mær og nógv av tí havi eg als onga hóming av.
Tí kemur hendan viðmerkingin ikki fyrrenn nú.
Lat meg fyrst gera greitt, at hóast eg eri næstformaður í Suðuroyar Oljuvinnuráð, var tað ikki sum slíkur, at eg úttalaði meg til Sosialinum.
Lat meg síðani sláa fast, at samrøðan varð gjørt beint aftaná, at uppskotið um oljuvinnuhavn í Suðuroynni varð felt, og tí ímeðan vónbrotið enn var rættiliga stórt. Tí eri eg harmur um, at eg úttalaði meg so bersøgið og eg skal vera tann fyrsti at viðganga, at varð samrøðan gjørd eitt sindur seinni, hevði eg havt vandað mær betri um orðini, og so hevði orðaljóðið eisini verið øðrvísi.
Av tí at eitt bræv, sum Hergeir Nielsen hevur sent oljuvinnuráðnum um støðu tjóðveldisfloksins í spurninginum um oljuhavn í Suðuroy, varð prentað í Sosialinum, saman við samrøðuni við meg, hava mong fingið tað fatan, at tað eri eg, sum havi latið blaðnum greinina.
Lat meg tí gera púra greitt, at Sosialurin hevur ikki fingið umrødda bræv frá mær. Eins og Suðuroyar Oljuvinnuráð fyrr hevur gjørt greitt, er tað eisini mín áskoðan, at talan var um eitt bræv til Oljuivinnuráðið, sum ikki eigur at verða almannakunngjørt og hetta vóni eg ikki verður lagið í framtíðini.
Eftir greinina varð samband ímillum Hergeir Nielsen og meg, har er harmaðist eg orðaljóðið í greinini.
Hergeir Nielsen var eisini rættiliga harmur um, at umrødda bræv,sum hann hevði sent Suðuroyar Oljuvinnuráð, var endað í Sosialinum, og av tí, at eg varð innlagdur á sjúkrahús, skuldi hann orða eitt lesarabræv fyri meg, har eg avsannaði, at eg hevði latið blaðnum brævið.
Tað, sum kom burturúr, er ein?Rættleiðing og treytaleys umbering til Hergeir Nielsen?, sum stóð í Dimmalætting mikudagin 9. februar.
Eg má viðganga, at tað var ikki hetta, eg hevði meint við, tá ið eg bað løgtingsmannin hjálpa mær við eini rættleiðing. Tó má eg eisini viðganga, at eg minnist ikki, at Hergeir Nielsen hevur ringt til mín á sjúkrahúsið og lisið rættleiðingina upp fyri mær í sínum fulla orðaljóði. Men eg skal eisini leggja afturat, at sigur hann, at hann hevur gjørt tað, fari eg heldur ikki at vísa tí aftur, tí havandi støðu mína í huga, kann tað væl vera hent, uttan at eg minnist tað.
Tá ið blaðstjórin á Dimmalætting sigur, at hon hevur ringt á sjúkrahúsið og lisið greinina fyri mær, og at eg skal hava góðkent hana alla, sum hon er, uttan eitt reglubrot, fari eg sjálvandi at trúgva henni. Men tíverri minnist eg onki til tað.
At politikkur var drigin upp í málið um oljuvinnuhavn, harmar ongan meiri enn meg sjálvan, tí tað hevur málið ikki uppiborið. Sum lesarin nú kanska hevur skilt, vóru tað tær sera óhepnu umstøðurnar sum gjørdu, at málið kom soleiðis fram, sum tað kom. Og tað var als ikki ætlanin, tí yvirhøvur má eg siga, at vit í Suðuroyar Oljuvinnuráð hava havt eitt gott samstarv við Hergeir Nielsen, eins og við hinar tríggjar løgtingsmenninar fyri Suðuroynna og við aðrar løgtingsmenn við.
Hesar viðmerkingar eru skrivaðar í vónini um, at hetta málið, ið umstøðurnar gjørdu, kom so stak tvørt fyri, ikki fer at nerva samstarvið í Oljuvinnuráðnum og ímillum Oljuvinnuráðið og politikararnar, og annars øll, sum ráðið samskiftir við.
Vónandi er tað síðsta orðið sagt í hesum máli, tí nú ræður um at hyggja fram eftir
Vinarliga
Hvalba 21.02. 2000
Rógvi Thomsen










