– Hetta var ikki tað, vit høvdu væntað.
Tað sigur Jónleif Johannesen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin - og sandoyingur.
Nú menningarkvoturnar eru býttar út, hava sandoyingar fingið kvotu til tvær verkætlanir, 500 tons av Makreli og 1000 tons av sild í part - men bara í eitt ár.
Tað vóru Sandoy Seafood og Vørðustíggjur, sum fingu kvoturnar.
Tá ið Sandoy Seafood læt aftur í farna mánað, heitti Javnaðarfelagið í Sandoynni annars á landsstýrið um at lata Sandoynni menningarkvotur fyri at tryggja virkinum fisk.
Les eisini: Vilja hava Landsstýrið at játta sandoyingum fisk
Men tað er bara uppsjóvarfiskur, sum verður latin í menningarkvotu, og tað fáa virkini í Sandoy ikki tikið ímóti.
– Hetta var ikki tað, vit høvdu væntað, sigur Jónleif Johannesen.
Hann væntar ikki, at nakað virki í Sandoy fer at leggja framleiðsluna um fyri so lítlar nøgdir av uppsjóvarfiski, tí tað fer neyvan at loysa seg.
Hann skilur heldur ikki mátan, kvoturnar verða útlutaðar upp á.
– Tey, sum søkja um menningarkvotur, gera tað tí at tey hava eina menningarverkætlan. Sostatt mugu tey fáa tær nøgdir, sum eru neyðugar fyri at fremja ætlanina, og tey mugu fáa kvotur í tað áramál, sum krevst.
Fáa tey ikki tað, er grundarlagið tikið undan verkætlanini beinanvegin, og so kann tað gera tað sama, sigur tingmaðurin fyri Javnaðarflokkin.
Hann tekur undir við hugsjónini, sum býr undir menningarkvotunum, tí tað gevur virkisfúsum fólki møguleikan at koma upp í fiskivinnuna, uttan at eiga milliónir á bók.
Men hinvegin er hann sannførdur um, at treytirnar skulu broytast.
– Tey, sum hava eina verkætlan, og søkja um menningarkvotu til hana, mugu fáa tær nøgdir, tey biðja um, og í tað áramál tey biðja um, tí annars er grundarlagið tikið undirverkætlanini. So fáa tey ikki tað, kann tað verða tað sama, heldur Jónleif Johannesen.
Hann heldur ikki, at treytirnar fyri at fáa menningarkvotu eru tær røttu, tá ið ein oyggj, sum Sandoyggin, ikki kann fáa størri lut í teimum, so tað verður neyðugt at endurskoða treytirnar.
Og so heldur eisini, at eisini at ein kvota av botnfisk eigur at verða útlutaður sum menningarkvotur, sum skulu avreiðast á ávísum virkjum sum ein part í eini menningarætlan.
Hinvegin heldur, at í ár vendst ikki aftur, tí tað er farið.
– Men vit eiga at læra av hesum, og at gera neyðugu broytingarnar til næsta ár, heldur Jónleif Johannesen.