Hetta var ikki ikki gott

Eftir dystin fingu vit orðið á ein skuffaðan venjara hjá Kyndli. Jónleif Sólsker var alt annað enn nøgdur við innsatsin hjá leikarunum henda dagin.
- Nei, hetta er als ikki gott nokk. Hetta er helst bara ein staðfesting av, at Kyndil í løtuni er eitt botnlið. Eg haldi, at vit skulu vera glaðir fyri, at vit ikki taptu enn meir, tí eina løtu sá út til, at VÍF veruliga fór at buka okkum av, men tíbetur bleiv tað ikki heilt so gali. Vit hava tó fingið Høgna Klein aftur, og vónandi kann hann vera við til at venda gongdini næstu dystirnar.