- Hetta var ikki gott nokk í dag. Vit brenna eitt hav av púra opnum møguleikum, og hetta ger, at teir sleppa frá okkum í fyrra hálvleiki. Síðstu 10 minuttirnar av dystinum velja vit so at mansverja bæði Trónd og Áka, og hetta gevur úrslit. Tá bleiv verjan sera góð, samstundis sum Eli tók alt, sum kom ímóti málinum, og so megna vit eisini at bjarga javnleikinum. Men um vit ætla okkum vinna nakrar dystir, so mugu vit also raka innanfyri rammuna.