- Eg haldi ikki, at hetta er gott, politiskt handverk.
Tað sigur Poul Michelsen, formaður í Framsókn og landsstýrismaður í vinnumálum.
Tað kom óvart á hann, at Sonja Jógvansdóttir brádliga segði seg úr Javnaðarflokkinum í gjárkvøldið tí at tað ikki er niðurfelt í samgonguskjalið, at hjúnabandslógin skal broytast, so at samkynd kunnu giftast borgarliga.
Poul Michelsen veit ikki, hvørja ávirkan, hetta fer at fáa á samgonguna. Men hann staðfestir, at Sonja Jógvansdóttir hevur boðað frá, at hon stuðlar samgonguni og tað lítir hann á.
Samstundis boðaði hon eisini frá í gjár, at hon fór at senda løgtinginum eitt uppskot um at broyta hjúnabandslógina, og at hon fór at gera tað einsamøll.
Poul Michelsen heldur ikki, at tað er ein klók avgerð.
- Ætlar hon at prógva nakað í spurninginum um samkynt hjúnalag, haldi eg, at hon skuldi borið seg øðrvísi at.
Poul Michelsen heldur ikki, at hetta er gott politiskt handverk at fara úr Javnaðarflokkinum, og leggja málið um at broyta hjúnabandslógina í sjálvdrátti.
- Eg veit ikki, hvønn hon hevur ráðført seg við, men hon hevur ikki tosað við okkum í Framsókn.
Hann ásannar, at allir tinglimir hava rætt til at leggja uppskot fyri Løgtingið, so Sonja Jógvansdóttir hevur ikki gjørt nakað skeivt við at fara í sjálvdrátt. Og tinglimirnir í Framsókn fara at atkvøða fyri undir øllum umstøðum.
- Men serliga klókt er tað ikki, leggur hann afturat.
Hann heldur, at Sonja Jógvansdóttir skuldi heldur fingið fleiri tinglimir, bæði úr samgongu og andstøðu, saman við sær, at lagt uppskotið fyri tingið.
Tá heldur hann, at tað hevði havt nógv betri møguleika fyri at tað varð samtykt.
Hann heldur, at tað gagnar málinum best, at tað er tvørpolitiskt, og at tað bæði eru tinglimir í samgongu og í andstøðu, sum leggja tað fyri tingið. Hann heldur, at tað kann vera torført hjá tinglimum í andstøðuni at atkvøða fyri einum samgonguuppskoti, og kanska enn verri, tá ið talan er um einum einstøkum limi í samgonguni.
- Tí haldi eg, at tað mest týdningarmesta fyri málið, er, at tað er tvørpolitiskt og at tað eisini gongur tvørtur um samgongu og andstøðu, heldur Poul Michelsen.
- Hon kundi eisini ráðført seg við floksformenninar fyri at talt eftir, hvussu nógvar atkvøður eru fyri einum uppskoti um at broyta hjúnabandslógina.
- Eg haldi, at hendan uppgerðin ímillum Sonju Jógvansdóttir og Javnaðarflokkin, var óneyðug, sigur Poul Michelsen.
- Men tá ið samanumkemur, kann tað verða ein styrki fyri samgonguna, tí kanska hava tinglimir í samgonguni lært, at vilt tú hava úrslit, er hetta ikki rætta mannagongdin, leggur hann afturat.