TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber á Rás2. Samrøðan var gjørd aftaná Anders Gerber hevði sæð sínar menn tapt 1-4 ímóti KÍ í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Eitt minni gott útgangsstøði hjá NSÍ til seinnu hálvfinaluna, men Anders Gerber ætlar at arbeiða uppá at bøta um støðuna til dystin, sum verður 15. juni við Løkin í Runavík.
Um dystin í kvøld sigur Anders Gerber: - Vit høvdu ein "gameplan", sum miseydnaðist, meðan Kì hevði ein "gameplan", sum eydnaðist. Danski venjarin ásannar, at tað var ringt hjá hansara monnum at bróta sterku verjuna hjá KÍ niður, og heldur ikki við 11 monnum ímóti 10 batnaði støðan hjá NSÍ. Anders Gerber staðfestir eisini, at KÍ-arnir stríddust væl, og tað bar langt í kvøld. - Hetta var ikki dagurin hjá okkum, staðfestir Anders Gerber.
Tróndur Arge spurdi eisini um broyttu spæliætlanina hjá NSÍ í samrøðuni.