Hetta var óheppið fyri 10-mannaførini

At tveir nýggir FM róðrar vórðu lagdir inn ímillum kappingarnar, sum vanliga hava verið á skránni, bar við sær, at kappróður leygardagin var í Vestmanna í meiri enn fimm tímar, og tað var ikki nóg gott, heldur næstformaðurin í Róðrarsambandinum

Spenningurin er altíð størstur um, hvussu kappingin millum 10-mannaførini fer at spæla av. Í fleiri ár hevur verið arbeitt miðvíst við at stytta róðrartíðina, og tey í Róðrarsambandinum hava í ár verið serliga væl nøgd við, hvussu væl alt hevur verið fyrireikað kring landið, og hvussu skjótt tað hevur gingið fyri seg at avgreiða róðrarnar.
Tí er einki at siga til, at áskoðararnir í Vestmanna fóru rættuliga at ótolnast, tá ið klokkan fór av hálvgum seks, og 10-mannaførini framvegis róðu aftur og fram og bíðaðu eftir tørni.
Orsøkin til longdu kappingartíðina var tann, at tveir eyka FM kappróðrar vóru á skránni. Á síðsta aðalfundinum í Róðrarsambandinum varð samtykt, at skipast skuldi fyri FM kapping fyri 6-mannafør kvinnur og 10-mannafør í tí, sum fyrr nevndist old girls og old boys, og sum tey nú nevna master kapping. Samtykst varð, at henda FM kappingini skuldi fyriskipast á trimum teimum seinastu stevnunum – á Fjarðastevnu, á Vestanstevnu og á Ólavsøku.
Eitt var, at tveir nýggir róðrar vórðu potaðir inn í tætta programmið, sum annars hevur verið. Nakað annað var, at tað vísti seg, at ein manning ikki megnaði grundleggjandi førleikan at leggja at fasta startinum. Hetta seinkaði kappingini í kanska ein hálvan tíma, og tað var ikki nóg gott.
Tað kendist sum um, at 10-mannaførini, sum hava fyrireikað seg í nógvar mánaðir, og sum í summar hava víst framúr kapping og undirhald, vórðu sett í skuggan av kapping millum manningar, sum als ikki hava fyrireikað seg á sama hátt.
Poul John Æðustein er næstformaður í Róðrarsambandi Føroya. Hann fegnast um, at tað nú er farið undir master kappingarnar, men samstundis harmast hann um, at hesar kappingarnar vóru orsøk til, at róðrartíðin aftur varð longd, eftir at tað leingi hevur gingið hin vegin.
-Hetta var óheppið fyri manningarnar á 10-mannaførunum, sum vórðu órógvaðar, men ikki so nógv, sum tær kundu verið órógvaðar, um veðrið ikki hevði verið so gott. Tað var óheppið fyri áskoðararnar, sum vóru noyddir at bíða alt ov leingi, og so skulu vit ikki gloyma, at tað kring allan knøttin eru fólk, sum fylgja við kappróðrinum á netinum. Eitt nú fiskimenn og teir í langfarasigling. Summir av hesum royna at leggja tað soleiðis til rættis, at teir hava pausu, tá ið 10-mannaførini rógva.
Ætla tit at gera nakað við hetta?
-Vit fara at umrøða hetta á fundinum, sum verður týskvøldið. Fleiri nevndarlimir hava verið uttanlands, so eg dugi ikki at siga, um nøkur broyting verður gjørd.
Hvørjir møguleikar eru?
-Vit kundu flutt master róðrarnar framum klokkan 15. Leygardagin vóru vit liðug við barnaróðrarnar, tá ið klokkan var 13.45, so tað hevði verið rúm fyri masterróðrunum áðrenn klokkan trý, sigur Poul John Æðustein næstformaður í Róðrarsambandi Føroya.
Master kappingarnar
Í FM kappingini millum 10-mannaførini er einki at síggja til Havnarbátin. Manningin er farin av, men í nýggju master kappingini, sum teir rópa kappingina millum 10-mannafør við royndum rógvarum, var Havnarbáturin við, og old boys prógvaðu, at tað er einki í vegin við nýggja bátinum.
Beinanvegin legði hvíti báturin við drekastevninum seg á odda, og hann vann sera tryggan sigur. Tað var tættari millum hinar tríggjar, men tað var eingin ivi um, at Skálabáturin var næstfyrstur, at Ormurin Langi var nummar trý, og at Eysturoyingurin var aftastur.
Master kappingina millum 6-mannafør við kvinnum vann Herningur. Sigurin var sera sannførandi. Herningur legði seg á odda beinanvegin, og síðani var tað bara ein spurningur um, hvussu trivaligur sigurin fór at verða.
Kappingin millum Lóm og Gongurólv var sera tøtt.

Barnaróðrarnir
Nýggjur vinnari var í barnaróðrinum fyri gentur á Fjarðastevnu í Vestmanna. Allar tær fýra undanfarnu ferðirnar í summar var Jallur hjá Róðrarfelagnum Knørri fremstur. Soleiðis var ikki hesa ferð. Hulda av Tvøroyri vann, men munurin aftur til Jallin var lítil og eingin.
Hulda hevur undanfarnu ferðirnar verið nummar tvey tríggjar ferðir og eina ferð nummar trý.
Í kappingini millum dreingjamanningarnar var Junkarin úr Kvívík aftur fremstur. Junkarin hevur vunnið allar fimm kappingarnar.
Fípan Fagra úr Klaksvík var aftur hesa ferð næstfremst. Fípan hevur verið næstfremst allar fimm ferðirnar.