Hetta var heilt øðrvísi

Væl upplagdi tíðindamaðurin á KÍ miðvøllinum roknar við, at hann verður førur fyri at spæla ímóti NSÍ, sum hann heldur KÍ fer at hava møguleika ímóti, um teir varðveita sama fokus, sum teir høvdu í Gøtu

NSÍ-KÍ

Smáir tíggju minuttir av seinna umfarinum vóru farnir, tá ið Eyðun Klakstein noyddist av vøllinum. Eftir órímuliga takling aftanífrá fekk hann ikki sett fótin til. Í leikliga aldudalinum, sum hevur eyðkent avrikini hjá KÍ, hevur títti og hugflogsríki tíðindamaðurin á KÍ miðvøllinum verið tann mest ágangandi. Sunnudagurin var einki undantak.
- Hesa ferð var stuttligt at spæla. Vit vóru langt niðri mánakvøldið í síðstu viku, eftir at vit sunnudagin høvdu tapt 4-0 á Eiði. Tað var sjálvandi týdningarmikið, at vit nú høvdu fingið tríggjar stuðulsspælarar við aftur, men eg haldi, at vit allir kunnu vera nøgdir við avrikið. Í vikuni tosaðu nógv um støðuna, og lundadøgurðin og peptalkie, sum býráðsformaðurin bjóðaði okkum til á Hotel Norð hóskvøldið, hjálpti heilt víst eisini, heldur Eyðun Klakstein.
Hvussu ber tað til, at gongdin kann broytast so nógv eftir einari viku?
- Hesa ferð spældu vit bólt, meðan vit nógvar aðrar ferðir hava sparkað. Tað eydnaðist betri, enn tað hevur gjørt, at flyta spælið fram á vøllin, keturnar hingu væl saman, og tað hevði alstóran týdning, at vit so ofta megnaðu at royna ímóti málinum.
Gongur tað nú rætta vegin?
- Vónandi fara vit at megna at varðveita fokus. Um vit gera tað, so fara vit at hava møguleika ímóti NSÍ. Einki kemur av sær sjálvum. Avrikið hesa ferð vísti, at vit framvegis hava evni at spæla og ikki bara at sparka fótbólt, men vit mugu arbeiða og stríðast.
Verður tú við sunnudagin?
- Eg fekk eitt spark inn á hælsinuna. Eg fekk ikki sett fótin til og noyddist av vøllinum. Men eg rokni við at vera førur fyri at venja týskvøldið. Tað hevur nógv at siga køla leingi og støðugt, og tað varð gjørt, sigur Eyðun Klakstein.