Stelkur
- Ja, hetta var ógvuliga harmiligt, nú tað hevur gingið so óvanliga væl at fiska. Manningin er tryggjað inntøkutap, men tað eru skipini ikki. So, hetta verður ein smeitur, nú vit eru í bestu fiskitíð, og skipini alt hetta árið og hvørja viku hava siglt til lands, full undir lúkurnar.
Olaf Olsen sigur, at reiðaríið nú fer at kanna møguleikarnar, um teir kunnu finna ein "makkara" til Bak, ið er systurskipið hjá Stelki, sum eldur kom í týsmorgunin.
- Vit halda, at onkrir møguleikar eru, og teir fara vit nú at kanna, leggur hann aftrat.
Dýrur umgangur
Hann sigur, at manningin er tryggjað ímóti inntøkutapi, men tað eru skipini ikki.
- Hóast Stelkur nú ongan pening kemur at vinna, meðan umvælingararbeiði verður gjørt, hava vit føstu útreiðslurnar at svara. So, hetta verður sjálvsagt eitt tap fyri felagið, sigur Olaf Olsen.
Ísfiskatrolararnir hava havt rættiliga góðan fiskiskap seinastu tíðina, og prísirnir hava verið á eini leið, hóast nógv trýst er á marknaðinum.