Hetta var góður dagur hjá FC Suðuroy

1. DEILD: Trivaligur sigur á heimavølli ber við sær, at FC Suðuroy í dag styrkti um sína støðu

Tað sær ljóst út hjá FC Suðuroy, sum í dag hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. Heimaliðið vann 4-0, og tá ið onnur úrslit í dag hava lagað seg til vildar hjá teimum á Vágseiði, so eru vánirnar fyri uppflyting betri nú, enn tær vóru undan hesum umfarinum.

 

Hálvleiksstøðan á Vágseiði var 1-0. Málið í fyrra hálvleiki skoraði Aleksander Holm Kilgour í 27. minutti.  Hann skoraði bæði málini fyri viku síðani, tá ið tað á útivølli endaði 2-2 ímóti HB, og nú hevur hann skorað fýra mál í ár.

 

FC Suðuroy hevði fríska lotið undan í seinna hálvleiki, men tað gekk striltið at skora næsta málið. Jónas á Hødd var óførur í KÍ málinum. Hann bjargaði fleiri ferðir, tá ið møguleikarnir vóru stórir, og onkra ferðirnar vóru klaksvíkingar á mótstøðuhálvuni.

 

Fyri heimaliðið var tað stórur lætti, tá ið Emmanuel Andorful úr Gana eitt korter undan leikloki setti bóltin í síðunetið, og so var 2-0. Hetta var annað málið hjá honum í ár.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, skoraði FC Suðuroy tvey mál. Tað fyrra málið skoraði Fríði Holm, sum nú hevur skorað 11 mál og er toppskjútti hjá FC Suðuroy, og John Willi Wøldike Leo staðfestai 4-0 sigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var toppskjútti.

 

FC Suðuroy hevur 37 stig og er saman við B36 topplið, meðan Víkingur og TB spæla.

 

KÍ er illa spert í botninum. Undan hevum umfarinum var KÍ á áttanda plássi við 15 stigum. Seinni í dag hittast FC Hoyvík og HB, sum hava ávikavíst 13 og 10 stig.