Hvalurin av Eiði vann kappingina millum 6-mannafør við monnum á jóansøku í Vági.
Talan var um framúr spenning og heilt fína reklamu fyri kappróðurin. Í veruleikanum var hetta fyrsti rættiligi kappróðurin um at vinna í dag. Í undanfarnu róðrum hava vinnararnir verið suverenir.
Í hesi kappingini skiftur fleiri bátar um at vera á odda, áðrenn teinurin var hálvrógvin. Eitt nú var Hósvíkingur fremstur, Froðbingur var fremstur, og Skúgvur úr Sandavági var eisini í fremstu røð. Páll Fangi úr Klaksvík var eisini heilt frammi, men tá ið alt kom til alt, so vóru tað treisku og óføru eiðismenninir, sum fyri triðju ferð í ár vóru fyrstir á mál.
Tað var ein skutur frá Hvalinum og aftur til Sundabátin, sum stóð seg betur í dag, enn hann hevur gjørt undanfarnu ferðirnar. Sundabáturin var í dag frammanfyri Skúgv, sum annars hevur verið fremstur. Tað ber aftur við sær, at Hvalurin styrkti um sína støðu í FM kappingini. Tað eru nú fimm stig frá Hvalinum og aftur til Skúgv, sum er tvey stig undan Sundabátinum.
##med2##