Tað hevur verið eitt øgiligt trýst á okkum hesa tíðina, vit vóru í verkfallið. Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, í drúgvari samrøðu við Sosialin hetta vikuskiftið.
Í viðtaluni greiðir hann frá barnaárunum og ungdómsárunum, sum ikki vóru heilt vanlig, og hann greiðir frá, hví hann fór at læra til pedagog, og hví hann at enda bjóðaði seg fram at verða formaður.
Men í hesum døgum ber ikki til at tosa við Jógvan Philbrow, uttan at eisini at tosa um arbeiðssteðgin, sum legði alt pedagogøkið í landinum meiri ella minni lamið í ein mánað nú rundan um ársskiftið.
Hann sigur við Sosialin, at trýstið hevur verið øgiligt, men at tað vóru tey eisini greið yvir, at tað fór at vera. Tí gjørdu tey beinanvegin av, at tey máttu sløkkja pedagogin innan í sær, og bara at hugsa um endamálið við verkfallinum.
– Tað hevur hepnast betri summar dagar enn aðrar. Men sum heild hevur verið hart, staðfestir hann í viðtalinum við Sosialin.
Hann sigur, at tey hava fingið góðan stuðul, men ein mánaður í verkfalli, er ein harður umgangur, sigur hann við info. Hann sigur, at sjálvur hevur hann eisini nakað av persónligum ágangi, men ikki meiri enn hann hevði væntað, tú hann skilir væl, at fólk vóru ónøgd við støðuna.
Men hann sigur eisini við Sosialin, at hóast tey fingu nakrar batar í sáttmálan hesa ferð, er nógv eftir at stríðast fyri, tí enn er lønarlagið hjá pedagogum nøktandi og enn eru eftirlønarviðurskiftini ikki nøktandi.
Les nógv meiri í Sosialinum hetta vikuskiftið, sum hevur drúgva samrøðu við formannin í Pedagogfelagnum.