- Hetta var eitt upplivilsi

Kanska besti spælarin á liðnum hjá strandingum í dystum báðum um vikuskifti var liðskiparin Artur Johansen. Hann var alt annað enn vónbrotin eftir seinna dystin

Tummilin var bundin væl og virðiliga inn á skothondini hjá Artur Johansen, tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin. Ein takling frá einum slovaka hevði ført við sær, at tummilin koyktist, og hann var ógvuliga hovin á at líta

Bert eina feilavlevering

Artur Johansen segði eftir dystin, at tað var eitt satt upplivilsi at spæla ímóti einum so sterkum liði sum slovakisku meistarunum, og hann nevndi í hesum sambandi, at slovakarnir bert høvdu havt eina feilavlevering í dystinum leygardagin. Hann helt, at slovakarnir vóru ógvuliga kvikir, og at teir spældu bæði skjótt og væl. At slovakarnir liva av at spæla hondbólt, var sambært Arturi ógvuliga sjónligt í dystunum báðum. Artur helt eftir dystin, at føroyingar kundu lært nógv av at síggja, hvussu væl leikararnir hjá HK VSZ flutti seg fyri hvørjum øðrum. Var spælt upp til ein skjútta, so fluttu hinir seg fyri honum, og skreeningin á strikuni kom í røttu løtu á røttum stað.

Somuleiðis legði Artur til merkis, at hóast tað næstan var eitt heilt nýtt lið, ið teir møttu í dystinum leygardagin, so gjørdist slovakiska liðið ikki veikari, tí allir avloysararnir vóru líka góðir sum hinir, ið spældu fríggjakvøldið.

Høvdu ikki væntað ta stóra

Ongantíð hevur Artur droymt um, at hann ein dag skuldi sleppa at spæla Champions League hondbólt í høllini á Skála, men tað hevur verið ein góð gularót í venjingini í summar. Strandingar høvdu ikki væntað ta stóra undan dystunum móti slovakum, sigur Artur, sum eisini helt, at áskoðararnir vóru av somu hugsan. Teir fóru ikki vónbrotnir til hús eftir dystirnar, og lagið sá út til at vera gott á teimum, tá ið tey fóru út úr høllini, bæði fríggjakvøldið og leygardagin. Artur helt fyri, at tey høvdu neyvan væntað meiri enn, at strandingar gjørdu sítt besta, og haraftrat vóru tey komin fyri at síggja góðan hondbólt, og tað fingu tey so ivaleyst av, helt Artur Johansen fyri.

Liðskiparin hjá strandingum helt eisini, at um dystirnir høvdu verið leiktir um einar tveir mánaðir, tá ið føroyska kappingin var komin í gongd, so hevði úrslitið neyvan verið stórt øðrvísi.