- Hetta var eitt stórt mistak

Farna vikuskiftið varð eitt brúðarpar í Vágum partur av einari heldur óvanligari hending. Fríggjakvøldið gjørdist greitt, at parið ikki hevði heimild til at ganga saman í hjúnalag. Orsøkin var, at annar parturin ikki hevði øll pappírini í samband við hjúnaskilnað í lagið.

Leygardagin skuldi parið giftast í Vágum, og stór veitsla skuldi vera tann dagin. Og orsaka av serligu umstøðunum valdi bispur og avvarðandi prestur, at parið skuldi fáa eina hátíðarstund í kirkjuni hóast alt. Ann Dahl Hansen, prestur, kallar løtuna fyri eina vanliga gudstænastu, meðan bispur kallar løtuna fyri eina løtu við sálarrøkt. Aðrastaðni á síðuni kanst tú lesa samrøðu við Jógvan Fríðriksson, bisp, sum heldur hendingina vera óhepna. Ann Dahl Hansen vil ikki gera viðmerkingar til málið. 

Hendingin í Vágum leggur lunnar undir eitt heldur prinsipielt kjak um hvar markið hjá kirkjuni gongur, tá ið umræður at "vælsigna" pør, sum ikki hava juridiska heimild fyri at ganga saman í hjúnalag. Hóast "vælsigna" ikki er tað orðið, sum bispur vil nýta fyri hesa løtuna í Vágum, so er eingin ivi um, at gudstænastan hendan dagin var serstøk. Og spurningurin er so hvar markið gongur. Kann ein kirkja, tess ráð og prestur til dømis halda eina hátíðarstund fyri samkyndum pari?

Tú kanst lesa meira um málið í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøturnar í Havn í kvøld og kring landið í morgin. 

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur viðmerking til málið í blaðnum, og somuleiðis ein fyrrverandi kirkjutænari.