Hetta var eitt sjálvmál!

At flokkurin, sum eigur bæði núverandi forkvinnuna í Javnstøðunevndini - og fyrrverandi formannin í Javnstøðunevndini ikki megnar at fáa javnstøðu á listan er eitt sjálvmál, viðgongur Kári á Rógvi, floksformaður.

Tað sigur hann við Rás2.

Sjálvstýrisflokkurin hevur kunngjørt listan til fólkatingsvalið, og á honum eru seks mans og ein kvinna – og kvinnan er júst forkvinnan í Javnstøðunevndini, Kristianna Winther Poulsen, sum støðugt heitir á politisku flokkarnar um at hava skil í uppstillingini, so javnstøða er á listinum.

- Hetta er eitt sjálvmál, tað viðgangi eg blankt, sigur Kári á Rógvi, formaður í Sjálvstýrisflokkinum.

- Vit hava biðið fleiri kvinnur at stilla upp, men tað er sera trupult, Vit hava fleiri aktivar kvinnur, sum stilla upp til løgtingsvalið, men tær vilja ikki stillla upp til fólkatingsvalið, sigur Kári á Rógvi. Hann nevnir eitt nú Rúnu Sivertsen, sum stillaði upp til seinasta fólkatingsval.

- Hetta vísir bara, at vit als ikki eru komin upp á pláss í javnstøðumálum. Kvinnurnar síggja fyri sær, at tær skulu klára tað heila, at tær skulu hava daddu í fýra ár fram í tíðina, og at tær skulu klára alt tað húsliga og arbeiði umframt, sigur Kári á Rógvi. Hann sigur eisini, at tað er so nógv lættari at fáa menn upp á listan.

Kári á Rógvi kom við eini beinleiðis áheitan í tíðindasendingini hjá Rás2 klokkan 15:

- Um so er, at onkrar aktivar sjálvstýriskvinnur hoyra okkum og vilja sleppa at stilla upp: Sigið okkum endiliga frá sum skjótast og áðrenn listin verður endaliga góðkendur av landsnevndini í kvøld, segði Kári á Rógvi.