Tað var ótrúliga hátíðarligt og væl fyriskipað. Tað sigur Mortan Johannesen. Í dag hevur hann verið í Keypmannahavn á minningarhaldi í Holmens Kirke í samband við, at tað nú eru 60 ár síðani, at danska skipið, Hans Hedtoft, gekk burtur við mann og mús á jomfrúferðini úr Grønlandi til Føroya. Eisini aðrir føroyingar vóru við á minningarhaldinum.
Tveir føroyingar sjólótust, Richard Jacobsen úr Sandvík, sum var 2. stýrimaður, og tann 15 ára gamli Ólavur Guðjónsson úr Klaksvík, sum var ferðafólk.
Mortan Johannesen sigur, at fyri hann hevur hetta verið ein ótrúliga stórur og kensluborin dagur. Har vóru bæði kórsangur og talur, og so vóru nøvnini á øllum teimum 95 fólkunum, sum sjólutust, lisin upp.
Í Sosialinum í dag greiðir Mortan Johannesen frá hendingini. Men trýst eisini á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá á FM1 um stórfingna minningarhaldið í dag.