Føroyska U21-landsliðið var um reppið at toga størsta kalvan í føroyskari fótbóltssøgu innanborða. Á útivølli vóru vit tvær ferðir á odda móti Týsklandi, sum verður mett at hava eitt tað besta U21-landsliðið í heiminum, og tað var ikki fyrr enn átta minuttir fyri leiklok, at týskarar komu á odda.
- Hetta er eitt sindur løgið. Vit vistu væl undan dystinum, at hetta kundi enda við størsta skrædlinum nakrantíð hjá okkum. Í morgun oysregnaði tað, og tað hevði ikki gjørt okkara tilveru lættari, men tíbetur var ikki heilt so galið, tá dysturin skuldi spælast, sigur Bill McLeod Jacobsen, sum saman við Heðini Askham er venjari hjá U21-landsliðnum.
- Men ístaðin síggja vit seinastu løtuna eitt føroyskt landslið, sum broytir spælskipan til 4-4-2, og sum veruliga leggur trýst á eitt týskt landslið - á útivølli! So kenslan er næstan løgin. Hetta tóktist veruliga verða okkara dagur. Dómarin var kanska ikki í okkara parti, men aðrir marginalar riggaðu perfekt. Taktist spæla vit ein framúr dyst, og Teitur hevur nakrar kanón-bjargingar, tá harðast leikar á.
Og so skora tit til 2-1, tá einir 25 minuttir eru eftir. Hvussu var kenslan úti á beinkinum tá?
- Eg haldi, at Heðin bara hugsaði "babbasa, babbasa"! Men kenslan var framúr. Yes, hetta er tað. H... hetta er gott. Vit fáa eina støðu, sum vit hava vant óteljandi ferðir. Deyðbóltar eru eitt týðandi vápn hjá okkum, og serliga innkøst hava vit vant nógv. Tá Gunnar so vinnur eitt innkast, koyra vit alt skjútsið fram til eitt langt innkast frá Gilla, og hesa ferð riggaði tað. Tað var fantastiskt at síggja.
- Fyrstu tankarnir hjá mær vóru, at nú skal Týskland altso skora tvær ferðir, um teir ætla sær at vinna. Tað gjørdu teir so eisini, men akkurát í løtuni vóru ikki so greið tekin um tað. Seinasta málið er enntá eitt kontra, sum kemur, tá vit leggja høgt press, og so kanst tú sjálvandi siga, at tá áttu vit ikki at gjørt. Men veruleikin er, at vit tá fóru eftir sigrinum, men tað eydnaðist so ikki, sigur Bill, sum kortini til kalla hetta fyri ein sigur. Í øllum førum vil hann als ikki hoyra talan um "heiðurligt tap"
- Tað kundi eg sagt, høvdu vit tapt eini 4-1 og stríðst væl. Avrikið og úrslitið í dag er ein stórur sigur fyri okkum, sigur venjarin avgjørdur.
Eftir stendur í øllum førum, at Føroyar eru tað liðið, sum hevur givið Týsklandi nógv ta størstu mótstøðuna. Undan dystinum hevði Týskland fult stigatal og málmunin 9-0. Fult stigatal hava teir framvegis, men málmunurin er nú 12-2, og bæði málini eru altso skorað av Føroyum - á útivølli!











