Hetta var ein harður dystur

? Hetta var hart, men vit fingu nakað burturúr, sigur Ingeborg Vinther

Verkfallið av

? Hetta var ein harður dystur. Men vit fingu eisini nakað burturúr tí.
Eftir umstøðunum er Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag ikki so illa nøgd við úrslitið av samráðingunum, sum hóskvøldið førdi við sær, at verkfallið endaði.
? Vit fingu verri enn so tað, sum vit ætlaðu. Men at enda vóru bara 20 oyru á muni og tað vildi verið óráð at farið hildið fram við verkfallinum fyri 200 oyru um tíman, sigur hon.
Umframt lønarhækkingina upp á 4,30 afturat um tíman í ár og tað sama næsta ár, hava arbeiðarafeløgini fingið ymiskt nýtt við í sáttmálan um álitismannaskipanina og trivnaðin á virkjunum, um útbúgvingar, setanarskriv, starvsaldur, viðbøtur fyri starvsaldur o.s.fr.

Ein styrkiroynd
Men hon heldur, at fingu fakfeløgini ikki tað, sum tey ætlaðu í lønarhækking, vunnu tey kortini ein sigur.
? Hetta var ein styrkiroynd og vit fingu vístu bæði arbeiðsgevarum og politisku myndugleikunum, at øll tey fimm arbeiðarafeløgini hava rygg til at standa saman, eisini tá ið harðast leikar á og tað er ein sigur fyri verkamannafjøldina, sigur Ingeborg Vinther.
Ert tú samd við arbeiðsgevararnar í, at tit tóku alivinnuna til gísla?
? Nei, tað eri eg ikki. Alivinnan var í svárum trupulleikum áðrenn nakað verkfall byrjaði og arbeiðarafeløgini hava givið alivinnuni so nógv undantøk sum hugsast kundi til at taka sjúkan fisk o.s.fr. So alivinnan hevur onki at gremja seg um.
Ingeborg Vinther gevur heldur onki fyri hóttaninar frá arbeiðsgevrum um at lønarhækkingin er so stór, at virki mugu lata aftur.
?Hatta siga teir hvørja einastu ferð, samráðingar eru. Hvørja fer, arbeiðarin fær eitt oyra upp á tímalønina fer landið á húsagang, kappingaførið rýkur og virki mugu lata aftur. Tað hevur verið sjongurin øll tey 26 árini, eg havi samráðst.
? Men hvussu ber tað so til, at tey virki, sum klára seg best, eru í teimum londum, har arbeiðsfólkið fáa góða løn, tryggleika í starvinum og trygt arbeiðsumhvørvi.
Hon hugsar er um hini norðurlondini.
? Men tað er løgið at tað sama ikki skal lata seg gera í Føroyum, sum letur seg gera aðrastaðni.
Honm sigur, at vit skulu heldur ikki gloyma, at fiskurin, sum svimur á grunnunum, er ogn Føroya Fólks og ikki hjá nøkrum fáum, einstøkum arbeiðsgevaru m.
Ingeborg Vinther heldur, at arbeiðsgevarfar skuldi heldur tikið í egnan barm og roynt at fingið virkini í tann stand, sum lógin krevur, so at arbeiðsfólki ikki verða sett í vanda, hvørja ferð, tey fóru til arbeiðis.
? Arbeiðseftirlitið hevur júst kannað virkið og úrslitið var, at 48 virki eru ikki í tí standi, sum arbeiðaraverndarlógin krevur og átta virki vórðu meldað til løgregluna.
? So har hava arbeiðsgevarar nóg mikið at tríva í, sigur Ingeborg Vinther.
Annars heldur Ingeborg Vinther ,at samráðingarnar í ár hava verið løgnar.
?Vit komu ongantíð til at samráðast um løn við arbeiðsgevaran og semingsmenninir og feløgini komu tvørt fyri beinanvegin.
? Síðani hava vit bert samráðst í nakrar tímar í trimum umførum og tað er alt ov lítið, tí tað vanliga er at sita í fleiri samdøgur út í eitt, sigur Ingeborg Vinther.