Fimm tey stóru í føroyskum fótbólti hava seinnu árini verið HB, B36, NSÍ, Víkingur og KÍ.
Higartil í ár hevur Skála av álvara bjóðað av, og skálamenn hava blandað seg í stríðið um fremsta plássið og vunnið bæði á NSÍ og HB.
Í dag hevði Skála vitjan av Víkingi, sum vann grannauppgerðina 3-2.
Felags fyri øll tey stóru var, at tey í dag vunnu.
Víkingasigurin var tepur, tí Skála vara greitt omaná í fyrra hálvleiki, sum Víkingur vann 1-0, og í seinna hálvleiki legði Víkingur seg framum 3-1, áðrenn Skála misnýtti brotsspark og síðani minkaði um munin til 3-2
Í øllum hinum fýra dystunum endaði tað við trivaligum sigrum til favorittarnar.
Á Eiði var tað framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg, men eftir steðgin skoraði HB trý mál og vann sannførandi sigur.
Í Gundadali vann B36 3-0 og vendi harvið gongdini, sum síðstu vikurnar hevur verið rættiliga soltin.
Á Argjum svam KÍ í møguleikum og endaði við at vinna 4-0. Patrik Johannesen skoraði tvey mál. Hetta vóru fyrstu málini í opnum spæli í landskappingini hjá nýggja álopsspælaranum í Klaksvík.
Sigurin ber við sær, at klaksvíkingar nú eru fýra stig undan næstu avbjóðarunum, sum eru NSÍ og Víkingur.
Sigurin ber við sær, at HB nú hevur tólv stig og er trý stig frá Skála og B36, sum eru eitt stig aftanfyri NSÍ og Víking.
EB/Streymur - HB 0-3 (0-0)
0-1: Adrian Justinussen 61.
0-2: Símun Samuelsen 66.
0-3: Símun Samuelsen 81.
Skála - Víkingur 2-3 (0-1)
0-1: Heðin Hansen 43.
1-1: Teitur R. Joensen 53.
1-2: Heðin Hansen 58.
1-3: Dion Splidt 61.
2-3: Ronni Møller-Iversen 90.
B36 - ÍF 3-0 (1-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz 24.
2-0: Lukasz Cieslewicz 59.
3-0: Michal Przybylski 92.
AB - KÍ 0-4 (0-1)
0-1: Boris Dosljak 34.
0-2: Patrik Johannesen 48.
0-3: Patrik Johannesen 49.
0-4: Steinbjørn Olsen 92.
TB - NSÍ 0-3 (0-2)
0-1: Petur Knudsen br 27.
0-2: Klæmint A. Olsen 34.
0-3: Klæmint A. Olsen 56.
KÍ | 8 | 6 | 2 | 0 | 21 | 5 | 20 |
NSÍ | 8 | 5 | 1 | 2 | 14 | 9 | 16 |
Víkingur | 8 | 5 | 1 | 2 | 17 | 13 | 16 |
Skála | 8 | 5 | 0 | 3 | 13 | 6 | 15 |
B36 | 8 | 5 | 0 | 3 | 11 | 9 | 15 |
HB | 8 | 3 | 3 | 2 | 13 | 10 | 12 |
TB | 8 | 2 | 2 | 4 | 7 | 16 | 8 |
EB/S | 8 | 2 | 0 | 6 | 9 | 13 | 6 |
ÍF | 8 | 1 | 1 | 6 | 8 | 19 | 4 |
AB | 8 | 1 | 0 | 7 | 9 | 22 | 3 |
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið
Mikudagin 8. mai
HB - KÍ
Hósdagin 9. mai
Skála - Víkingur
9. umfar
Sunnudagin 12. mai
NSÍ - AB
ÍF - HB
B36 - TB
Mánadagin 13. mai
Víkingur - EB/Streymur
Skála - KÍ