Hetta var byrjanin

Eftir at hava tapt 8-1 í fyrsta landskappingardystinum var einki forgjørt í, at smílini vóru stór hjá Skála-spælarunum eftir dystin sunnudagin

Og á ongum mundi smílið vera størri, enn hjá Obi, sum við tveimum málum gjørdist dagsins maður á Skála.

- Vit vórðu noyddir at spæla við einum sera ungum liði seinast, men nú sær tað út til, at liðið er um at koma seg. Og vit vistu í øllum førum, at tað bara kundi gerast betri hjá okkum. Og vit vistu, at vit skuldu sýna ein størri vilja á vøllinum, um vit framvegis vilja spæla í Formula-deildini, segði Obi eftir dystin.

Og tú skoraði eisini tvey mál sjálvur?

- Ja, tað haldi eg. Nú hava vit í øllum førum fingið eina betri byrjan, so vónandi verða málini eisini fleiri í tali, segði nigerianski áleyparin hjá Skála. 


-mørk