Venjarin hjá B36, Mikkjal Thomassen, var eftir dystin ímóti Linfield í kvøld sum vera man vónbrotin um at vera rokin úr Champions League á sjálva markinum, brotssparkskappingini.
Hann var tó við góðum treysti og rósti sínum leikarum.
– Í verujkenda partinum gjørdu vit tað til UG. Tað ber ikki til at gera tað betri enn at halda teimum frá at skjóta mál, so tann parturin var fantastiskur. Yvir báðar dystirnar skapa vit tveir ella tríggjar heilt stórar málmøguleikar og einar sjey ella átta rímiliga góðar møguleikar, so alt í alt haldi eg vit skaptu meir enn teir, segði B36-venjarin eftir dystin í kvøld.
Eftir dystin í Belfast var Mikkjal Thomassen væl nøgdur við, at taktikkurin, sum var at lokka teir til at gera innlegg og so at verja fyri teimum, eydnaðist væl. Hvør var so taktikkurin í kvøld, nú vøllurin í Gundadali er væl smalari enn á Windsor Park?
– Vit vistu, at vit kundu leggja eitt enn størri trýst á úti á síðunum. Vit hildu eisini tætt mitt fyri á vøllinum, og tað merkti, at teir næstan bara spældu eitt powerplay rundan um okkum. Tað hóvaði okkum væl og síðani lúrdu vit eftir mótálopum og komu til fleiri vandamiklar støður. Tað, at vit ikki fáa mál, mugu vit bara liva við, men tað er beiskt, segði hann.
– Við leikararnar segði eg, at hetta stendur eftir sum eitt stórt avrik. Hetta liðið er væl betri enn tey liðini vit spældu ímóti, tá ið vit spældu okkum víðari í 2005 og 2006. Vit gjørdu ein góðan figur, men hetta er eitt sár. Eitt sár, sum ongantíð fer at lekjast, tá ið vit tosa um fótbólt. Vit trúðu upp á heilt fram til tað síðsta, at vit kundu koma víðari, og hesum fingu vit ilt av, segði Mikkjal Thomassen at enda.