MEISTARARNIR
HB spælararnir vóru fegnir og avgjørt ikki vónbrotnir um, at tað ikki hevði eydnast teimum at fáa øll stigini í Klaksvík. Tað hevði leingi sæð soleiðis út, at tað skuldi fara at eydnast.
- Eg var vónbrotin, tá ið teir í síðsta sparkinum í dystinum javnaðu til 1-1. Tá ið vit so leingi høvdu megnað at standa ímóti trýstinum, áttu vit eisini at havt megnað tað í síðstu sekundunum, helt veteranurin í miðverjuni, Jan C. Dam.
Rógvi Jacobsen var samdur við Jan, men kortini var hann ikki vónbrotin:
- Hetta var ein av dystunum, sum vit frammanundan roknaðu sum sera torføran. Tíbetur høvdu vit tryggjað okkum meistaraskapin, áðrenn vit fóru til Klaksvíkar. Vit kunnu væl liva við at hava fingið eitt stig á útivølli ímóti KÍ. Men vit kendu ikki okkara vitjunartíð.
Jan C. Dam var samdur í, at einki var farið av HB og meistaraskapinum, hóast teimum ikki hevði eydnast at vinna í Klaksvík:
- Eg havi spælt við KÍ, og mær dámar væl klaksvíkingar. Sjálvandi stríddist eg alt, sum eg orkaði, fyri at vit skuldu fáa øll stigini. Men tá ið eg sá, hvussu ovurfegnir, teir vóru ? bæði á vøllinum og kring vøllin ? um, at tað hevði eydnast teimum at javna, og dómarin so bríkslaði av, so mintist eg aftur á, hvussu stóran týdning fótbólturin og KÍ hava í Klaksvík. Eg unti teimum tað upp á ein máta, og tá var tað skjótt, at vónbrotiskenslan hvarv, staðfesti fryntligi veteranurin.