Stóra søgan í fyrstu deild leygardagin var, at tað gekk upp í hægri eind hjá B68. Umframt sigurin á heimavølli ímóti EB/Streymi so taldi tað nógv rætta vegin, at teir næstbestu í Runavík vunnu á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá KÍ. Klaksvíkingar vóru undan fimta umfari topplið.
NSÍ vann 3-1 í Klaksvík. Í kvøld átti NSÍ í fyrsta dystinum í sætta umfari heimavøll ímóti grannunum uttan av Toftum.
Dómarin, Aron Sofus Vest, bríkslaði fyri síðstu ferð klokkan knapt tíggju, og gestirnir noyddust umvegis tvær rundkoyringar til hús aftur við ongum.
NSÍ vann 2-0. Bæði málini vórðu skorað miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tað fyrra skoraði Sølvi Sigvardsen við høvdinum, eftir at Meinhard Debes Geyti legði innfyri, og tað seinna skoraði Óli H. Olsen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr barndómsfelagnum B68 og til NSÍ. Tá var tað Sølvi Sigvardsen, sum legði innfyri.
NSÍ málverjin Eli Joensen hevði ongantíð møguleikan at vísa síni kynstur millum stólparnar, og heimaliðið var mest sum alla tíðina leikliga omaná.
Eftir seks dystir hevur NSÍ tólv stig, og B68 hevur átta stig.
Í sjeynda umfari skal NSÍ spæla á Skála, og B68 skal spæla á Sandi.