Hetta er eitt dreymakent uppskot, sum ikki kann samtykkjast. Tað halda tey í samgonguni, og Kristin Michelsen, tingmaður fyro Sjálvstýri.
Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldi, hevur lagt eitt rættiliga sermerkt uppskot fyri Løgtingið. Endamálið við uppskotinum er at stovna eina nýggja skipan, har fólk kunnu melda seg til at rinda tvey prosent av lønini í einum sjálvbodnum eykaskatti. Eisini virki kunnu melda seg til at rinda tvey prosent av avlopinum í einum sjálvbodnum eykaskatti.
Peningurin, sum kemur inn, skal brúkast til at minka um donskum ríkisveitingina til Føroya. Tey, sum sita í fíggjarnevndini fyri samgonguna, og Sjálvstýri, halda, at hetta uppskotið má metast at vera eitt av teimum meira dreymakendu.
Men tey halda, at innkrevjing av skatti skal ikki vera við einum sjálvbodnum samtykki, tí tað skal bara verða eftir lógum – og so kann tað gera tað sama, hvussu heiðurligt endamálið er. Tey halda eisini, at skal ríkisveitingin lækkast, skal tað gerast við samráðingum ímillum landsstýrið og donsku stjórnina - uttan at hetta skal fíggjast av einum serskatti.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, vísir á, at í Løgtinginum er stór undirtøka fyri at avtaka ríkisveitingina og tí undrar tað hana, at einki er gjørt við tað hesi seinastu 20 árini. Sostatt heldur hon, at uppskotið um eitt sjálvboðið føroyagjald er eitt tekin uppá politiska máttloysið á hesum øki.