Hetta tólið bjargar mannalívum

Hans Jákup Simonsen, liðlækni á Sjúkraflutningstænastuni fegnast um, at tænastan fríggjadagin fekk sítt triðja hjartatól í ár.

Fríggjadagin fekk Sjúkraflutningstænastan sítt triðja hjartatól hetta árið. Hesa ferð var tað Ansni, sum handaði teimum tólið. Tólið verður brúkt til sjúklingar, ið hava fingið hjartasteðg.

 

Liðlæknin á Sjúkraflutningstænastuni Hans Jákup Simonsen sigur, at hjartatólið fer at betra um hjartasteðgviðgerðina og bjarga nógvum mannalívum.

 

Í dag er hjartatól tøkt í sjúkrabilunum í Suðurstreymoy, Eysturoy og í Vágum, umframt at eitt hjartatól eisini er tøkt í sjúkrabilinum í Klaksvík.

 

Á myndini síggjast frá vinstru Hans Jákup Simonsen, liðlækni á Sjúkraflutningstænastuni, Helgi Justinussen, stjóri í ANSNI, Barbara Danielsen, leiðsluskrivari ANSNI, Jákup Nolsøe, leiðari á Sjúkraflutningstænastuni og Jógvan Jensen, leiðari ANSNI Tilbúgving.