Hetta tola pensjónistar ikki

ÓTOLANDI Verður ætlanin hjá samgonguni sett í verk, fara lágløntir pensjónistar at liva í lutfalsligum fátækradømi, sigur Landsfelagið hjá Pensjónistunum

- Hetta tola pensjónistar ikki!
Í Landsfelagnum hjá pensjónistunum eru tey púra greið í síni meting av ætlanini hjá samgonguni at frysta pensjónirnar fastar.
Ælanin er at automatiska hækkingin upp á 3%, sum kemur oman á allar almannaveitingar um árið fyri at byrgja upp fyri príshækkingum, skal nú avtakast.
- Fólkapensjónistar, ið bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, tola ikki at fólka-pensjónin verður fastfryst, staðfestir Ingrid Henriksen, ráðgevari hjá landsfelagnum.
Hon sigur, at politikarar eiga at leggja sær í geyma, at fólkapensjónistar hava verið fyri nógvum príshækkingum og skerjingum á eldraøkinum seinastu tvey árini.
- Sjálvsagt má fólkapensjónin tískil framhaldandi hækka í samsvari við lønar- og prísvøksturin í samfelagnum fyri at sleppa undan, at lágløntir fólkapensjónistar skulu liva í lutfalsligum fátækradømi í “vælferðarsamfelagnum” Føroyar.

Mugu bíða
Landsfelagið hjá pensjónistunum vísir eisini á, at Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur víst á, at spurningurin um at frysta almannaveitingarnar, er tengt at úrslitinum av lønarsamráðingunum millum fíggjarmálaráðið og fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum í heyst
- Enda tær samráðingarnar við lønarhækkingum, verða almannaveitingarnar eisini hækkaðar, sigur Landsfelagið frá landsstýrismanninum.
Tey leggja afturat, at er hetta eftirfarandi, eigur Løgtingið ikki at viðgera málið um at frysta almannaveitingarnar, fyrrenn úrslitið av lønarsamráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum er greitt.
Í hesum sambandi kann skoytast upp í, at Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur sagt fyri Sosialinum í vikuni, har hon hevur fingið greið boð frá samgonguni um, at útreiðslurnar til lønir og almannaveitingar skulu ikki verða hægri næsta ár, enn tær eru í dag.
Ein og hvør hækking skal sostatt takast inn aftur við sparingum aðrastaðni, sigur Rósa Samuelsen