Hetta tekst Olofson við í dag

Danski presturin fór úr Føroyum fyri góðum 16 árum síðani

Árini frá 1989 til 2004 var Peter O. K. Olofson prestur í Føroyum, og hann var ein profilur í samfelagnum. Hann kom onkuntíð upp á tvørs av teimum, sum leiddu fólkakirkjuna, og luttók eisini í almennum kjaki.

Peter O. K. Olofson kom til Føroya at vera prestur í Fuglafirði, og hann arbeiddi eisini nøkur ár í Klaksvík.

Sosialurin hevur í vikuskiftisblaðnum funnið fram til nøkur fólk, sum plagdu at vera nógv frammi í almenna rúminum, men sum ikki eru tað longur.

Peter O. K. Olofson og konan Anne-Lene búgva nú í Vålse á Falster í Danmark. Árini frá 2004 til 2016 vóru tey í afrika í kristnum arbeiði.

Peter O. K. Olofson hevur seinnu árini starvast á bústovnum, har fólk, ið ikki klára seg sjálvi, búgva og fáa hjálp til gerandisdagin. Anne-Lene er pensjónerað.

– Eg arbeiði við fólki, sum hava tørv á hjálp. Tað kunnu vera ungfólk, sum eru sjálvskaðandi, eru misnýtarar, hava sálarsjúku ella av øðrum orsøkum ikki makta at búgva einsamøll. Vit skapa tryggar karmar og hjálpa teimum við øllum praktiskum viðurskiftum í gerandisdegnum, sigur Peter O. K. Olofson.

Hann vitjar av og á í Føroyum. Peter og Anne-Lene eiga trý børn, og sonurin Silas býr við familjuni í Føroyum. Tí hava Peter og Anne-Lene eitt natúrligt og tætt samband til Føroya, her tey sjálvsagt eisini kenna nógv fólk.

Peter O. K. Olofson er framvegis virkin í kristnum samanhangi eisini. Hann er partur av Luthers Missionsforening í Nykøbing Falster, og hann prædikar og heldur fyrilestrar í missiónshúsum og aðrastaðni.

##med2##

Í Vikuskifti í Sosialunum ber til at lesa meira um Peter O. K. Olofson og onnur fólk, sum ikki eru so nógv frammi longur – eitt nú fyrrverandi kringvarpsstjóran Anniku Mitttún Jacobsen, X Factor stjørnuna Sveinur Gaard Olsen, fyrrverandi postverksstjóran Sofus Clementsen, Jóhan í Kollafirði og onnur.