Hetta tók løgreglan við sær úr baðirúminum

Miljarderurin, Tom Hagen, er framvegis skuldsettur fyri dráp, men nú sleppur løgreglan ikki at vera leingi í húsum hansara aftrat.

 

 

Fyrstu tíðina eftir, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin, tók løgreglan við sær ymiskar lutir úr baðirúminum í húsunum hjá hjúnunum í Lørenskog, har løgreglan metir, at ríkmanskonan varð álopin og dripin feigdarmorgunin hin 31. oktober í 2018. Ástøðið hjá løgregluni er, at tað antin var ein ella fleiri, sum lupu á konuna, meðan hon var í baðirúminum, sum liggur inn av gongini í húsunum.

Her hevur løgreglan eisini funnið biologisk spor, fleiri klædnapløgg og eitt handklæði hjá Anne-Elisabeth Hagen. Sambært frágreiðing hjá manni hennara, miljarderinum, Tom Hagen, sum seinni er skuldsettur fyri dráp ella viðvirkan til dráp, fann hann eisini eitt hóttanarbræv, tá hann kom heim tíðliga seinnapartin henda dagin fyri skjótt tveimum árum síðan. 

Í hóttanarbrævinum stóð, at kona hansara var rænd, og skuldi hann síggja hana aftur á lívi, mátti hann gjalda níggju miljónir evrur í kryptovaluta'ini monero. Í brævinum var eisini ein ávaring um, at hann ikki skuldi seta seg í samband við løgregluna, ei heldur miðlarnar. Gjørdi hann tað kortini, fór kona hansara at verða dripin.

Men, Tom Hagen gjørdi ikki, sum honum varð álagt í hóttanarbrævinum. Tá hann hevði leitað eftir konu síni í húsinum í einar 40 minuttir, umframt at hann snakkaði í telefon, meðan hann var har, setti hann seg í samband við løgregluna og fortaldi, at konan var horvin og at tann ella tey, sum vóru farin avstað við henni, høvdu lagt eftir seg eitt hóttanarbræv.

Tv2 í Noregi veit at siga, at løgreglan longu sama kvøld var í húsunum hjá ríkmanshjúnunum í Lørenskog. Her tóku tey fleiri lutir við sær, og millum lutirnar var eitt nú telefonin hjá Anne-Elisabeth Hagen, sum lá eftir í heiminum. Løgreglan gjørdi sambært sjónvarpsrásini eisini ávísar kriminaltekniskar kanningar hetta kvøldið.

Dagin eftir, at konan var horvin, var løgreglan ikki inni í húsunum, men hin 2. november vóru tey aftur har og gjørdu kanningar, eins og tey tá aftur tóku fleiri lutir við sær. Henda dagin staðfesti løgreglan fleiri fótaspor fleiri staðni í húsunum. Her brúkti løgreglan eisini kemisk evni, sum kunnu ávísa sjálvt smáar nøgdir av blóði á einari yvirflatu.

Tv2 veit at siga, at henda dagin varð baðirúmið sera væl kannað, og talan var eisini hesaferð um ymiskar kriminaltekniskar kanningar. Løgreglan tók við sær hvítu hurðina millum baðirúmið og gongin, og her tóku tey eisini ymiskt annað úr baðirúminum, eitt nú hondsápuna, sum stóð á vaskinum og wc-bustina.

Næstu vikurnar var løgreglan fleiri ferðir inni í húsunum hjá ríkmanshjúnunum, og tá fór eisini Kripos, sum er deildin hjá norsku kriminalløgregluni, upp í arbeiðið í húsunum. Løgreglan tók eisini við sær ymiskar partar úr húsunum so hvørt, sum kriminalteknisku kanningarnar vórðu gjørdar. 

Miljarderurin, Tom Hagen, fanst í avhoyringum at løgregluni fyri eftir hansara tykki at vera ov seinir á veg við kriminalteknisku kanningunum av húsunum. Seinni er maðurin so vorðin skuldsettur fyri at hava dripið konu sína - ella fyri at hava viðvirkað til, at hon er dripin. Men, miljarderurin hevur alla tíðina sagt, at hann ongan leiklut hevur í, at kona hansara er horvin.

Tv2 hevur spurt løgregluleiðaran, Agnes Beate Hemiø, um viðmerkingar til tíðindini um, hvat løgreglan skal hava tikið við sær úr húsunum, men hon skrivar í einum telduposti til sjónvarpsrásina, at løgreglan ynskir ikki at gera viðmerkingar til tíðindini um, hvat er tikið úr húsunum - og hvat ikki er tikið.

- Tað kann skaða kanningararbeiðið, um ov nógvir smálutir í málinum verða almannakunngjørdir. Tað kundi eitt nú verið óheppið um upplýsingar, sum skulu takast fram undir avhoyringum, longu eru alment kendir, sigur Agnes Beate Hemiø við Tv2.

Hálvt annað ár eftir, at fyrstu kanningarnar vórðu gjørdar í húsunum í Lørenskog, handtók løgreglan miljarderin og skuldsetti hann fyri dráp - ella viðvirkan til dráp av konu síni. Løgreglan heldur nevniliga, at hetta mál er merkt av "... týðiligari og tilætlaðari villleiðing..."

##med2##

Eftir at Tom Hagen varð handtikin, varð hann í tingrættinum dømdur at sita í varðhaldi í fýra vikur, meðan løgreglan ger fleiri kanningar. Men, verjin hjá honum, Svein Holden, segði alla tiðina, at løgreglan eingi prógv hevði ímóti manninum. Tað vísti seg eisini, tá verjin kærdi dómin til lagmannsrættin, at rætturin gjørdi av at leyslata miljarderin, tí tey mettu ikki, at grundarlag var fyri at hava mannin sitandi í varðhaldi.

Skjótt tvey ár eftir, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv, verður bústaðurin hjá hjúnunum í Lørenskog framvegis kannaður, eins og skuldsetingin móti Tom Hagen framvegis stendur við. Løgreglan sleppur eftir rættaravgerð at vera í húsunum fram til hin 21. september. Sjálvur hevur miljarderurin ikki verið heima aftur hjá sær sjálvum, síðan hann varð handtikin og skuldsettur fyr dráp.

Tv2 hevur biðið verjan hjá Tom Hagen, Svein Holden, um viðmerkingar til tað, sum sjónvarpsrásin sigur, at løgreglan hevur tikið úr húsunum, men hann ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið.