Hetta týðir upp á Víkingatíð

Seinastu vikuna hava fólk frá Tjóðsavni Føroya lagt út eina kanningarveit nærhendis kirkjuna á Sandi, har tað fyrr eru funnin spor eftir gomlum bústaðarleivdum. Sambært Tjóðsavni Føroya, so hava kanningarnar longu avdúkað loyndarmál í sandmoldini. 

 

 

- Vit kunnu granska myndir frá radaranum, sum vísa umfatandi bústaðarlagdir. Tøknin er nýggj og vit eru farin at kanna, um vit kunnu stóla upp á tøknina. Tí gera vit veitirnar, og tað sær ikki matari út enn, at vit hava funnið útnyrðingshornið á einum bygningi í fyrstu veitini, sigur Helgi Mikkelsen við Árna Gregersen á Rás2 í dag. 

 

 

Trýst á pílin undir myndin fyri at hoyra samrøðuna

 

 

Les eisini: Halda seg havi funnið fornan garð