Hetta snýr seg um trygdina hjá føroyskum sjómonnum

FM 1: NATO skal ikki seta trygdina hjá føroyskum skipum í vanda í friðartíð, sigur Magni Arge.

Tað var ikki vandaleyst fyri føroyskar sjómenn, tá NATO helt venjingar við skørpum í føroyskum sjóøki, sigur Magni Arge, fólkatingslimur.

 

- Eg havi einki ímóti, at NATO kemur og hevur sínar venjingar og hvat veit eg, men teir skulu ikki seta trygdina hjá føroyskum sjómonnum í váða í friðartíð, sigur Magni Arge, sum vísir á, at føroysk skip vóru til fiskiskap á Íslandsrygginum og fingu boð um at flyta seg, tí NATO skuldi hava hernaðarvenjingar.

 

Magni Arge er nøkunlunda nøgdur við svarið, hann fekk frá danska verjumálaráðharranum um Nato-venjingar í føroyskum sjógvi.

 

Claus Hjort Frederiksen svaraði Magna Arge, at NATO hevur skyldu at taka atlit til føroyskan fiskiskap, tá NATO-venjingar skulu gerast.

 

Magni Arge sigur, at tað bleiv ikki gjørt í hesum førinum, og at hetta mugu vit gera vart við.

- Tað er øgiliga umráðandi, at vit gera okkum tað púra greitt, og at vit eisini gera vart okkum aðrastaðni, serliga hjá teimum londunum, sum tóku lut í venjingini, sigur fólkatingsmaðurin, og vísir á, at føroysk skip lógu á íslandsrygginum og fingu boð um at flyta seg, tí NATO-skipini skutu við skørpum í venjingini.

 

Magni Arge sigur, at sjóverjan er dansk málsøki, so tað eru danir, sum mugu taka sær økinum, men hann heldur, at føroyingar eiga at vera ráðførdir og kunnaðir betri, enn føroyskir myndugleikar hava verið í hesum førinum.

 

- Eg haldi, at vit í Føroyum eiga at taka stig til at fáa betri eftirlit yvir, hvat virksemi er innan fyri sjómarkið og hvør trafikkur er um markið, hvørji skip eru innan fyri og hvat tey gera, sigur hann og heldur, at hetta kann í síðsta enda skapa nýggjar vinnumøguleikar í Føroyum.

 

- Tað er eingin orsøk, til at vit ikki taka tey stigini, tí vit hava amboð, sum vit hava atgongd til, vit hava vælútbúgvið fólk, sum kunnu taka sær av hesum, og vit hava stovnar, sum saktans kundi átikið sær eitt slíkt virksemi, sigur Magni Arge.

 

Hóast hann er nøgdur við svari, so heldur hann, at verjumálaráðið hevur skyldu at fylgja málinum.

- Tey eiga at finna útav, hvør var í økinum, hví var tað ikki fráboðað, og hevur man nú boðað frá, at NATO hevur skyldu at taka atlit til føroysk fiskifør og føroyska fiskiveiðu, sigur fólkatingslimurin.

 

Hoyr samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Magna Arge á FM 1 í tíðindunum í gjár.