Fríggjadagin kemur nýggj krimibók hjá Jógvani Isaksen út. Hon hevur fingið heitið »Paranoia«.
Tað heilt serliga við hesari bók er, at fyri fyrstu ferð hittast hetjurnar hjá Jógvani Isaksen – váttligi blaðmaðurin Hannis Martinsson og framfýsni politisturin William Hammer – í somu bók.
Hannis Martinsson man vera millum kendastu fiktivu persónar í Føroyum, og ivaleyst eru eisini mong, ið kenna William Hammer. Higartil hevur Jógvan Isaksen skrivað 10 bøkur við Hannisi og 6 bøkur við Williami og hansara Skansadeild. Í seytjandu krimisøguni eru teir báðir høvuðspersónar.
– Onkur hevur nevnt hendan møguleikan, at Hannis og William skulu vera við í somu søgu, og eg havi hugsað um tað í eina tíð. Nú skrivi eg so eina søgu, har báðir eru við, sigur Jógvan Isaksen.
Søgugongdin er hon, at ein amerikansk kvinna verður fyrst í marsmánaði funnin druknað úti á Boðanesi. Hannis Martinsson og William Hammer siga báðir sín part av søguni um uppkláringina av tí, sum vísir seg at vera eitt dráp. Skjótt koma aðrar ræðandi hendingar hesari á baki - og so er koronan komin til Føroya. Um somu tíð er tað líkt til, at aftan fyri hendingarnar búgva royndir hjá stórveldunum at gera sína ávirkan galdandi.
– Putlispælið verður størri, tá ið tú skalt fylgja tveimum linjum, sum av og á krossast, men stundum fara hvør sín veg. Hetta er í grundini meira krevjandi at skriva, enn eg hevði ímyndað mær frammanundan, sigur Jógvan Isaksen.
Fríggjadagin verður bókin so latin almenninginum. Forlagið Marselius gevur »Paranoia« út.