Hetta gongur yvir mín forstand. Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum. Í Løgtinginum i gjár vóru umstøðurnar hjá Listasavni Føroya, til umrøða, og tað høvið brúkti landsstýrismaðurin til at skjóta eftir Tórshavnar Býráð.
Listasavnið er í so ringum standi, at brúk er fyri umvælingum fyri 33 milliónum krónum, tí tað bæði lekur og fuktar. Nakrar ábøtur eru bráðneyðugar, men aðrar tola at bíða í nøkur ár.
Men tað nýggjasta er, at umramt at listaverk eru í vanda fyri at fara fyri skeyti av fukti, eru tey eisini í álvarsligan vanda fyri at vera etin av smákyktum. Tey eru nevniliga vorðin varug við, at silvurfiskur er farin at herja á Listasavninum og tað er ein álvarsligur trupulleiki, tí silvurfiskur livur av at eta bøkur, tapet – og eisini listaverk.
Jenis av Rana sigur, at arbeiðið at beina fyri silvurfiskinum, er farið í gongd. Men ábøturnar eru dýrar og í tí sambandi heldur hann lítið um, at Tórshavnar Býráð bara stuðlar Listasavninum við 150.000 krónum um árið.
– Er tað nakað, øll, sum stilla upp til býráðsvalið í Havn, áttu at lova, var tað at stuðla listasavninum við eini størri upphædd, kunngjørdi hann á tingsins røðarapalli.
Hann sigur, at tað gongur yvir hansara forstand, at býráðið bara stuðlar Listasavninum við 150.000 krónur um árið. Hann vísir á, at Tórshavnar Kommuna fær stórt gagn av Listasavninum, tí tað dregur nógv fólk til høvuðstaðin.
Og fyri at leggja dent á, hvussu smáligt, hann heldur at býráðið er ímóti Listasavninum, nevndi hann, at eitt skifti, tey arbeiddu við takinum, var tað neyðugt at hava brandvakt á savninum- men Listasavnið fekk einntá eina rokning frá kommununi fyri brandvaktina.