John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, er ein av teimum, sum við hevur sýnt áhuga fyri nýggju skiljimaskinuni hjá FJM og Marine Tech.
? Hatta er ein sera spennandi ætlan, og verður hon veruleiki, so kann hon skapa nógvar nýggjar møguleikar fyri vinnuna, og hon kann effektivisera framleiðsluna nógv, sigur John Nielsen.
Kunnu spara nógv fólk
Fiskamarknaður Føroya hevur gjørt stóra íløgu í eina góða skiljiskipan fyri at rationalisera virksemið, men um nýggja tøknin verður ment til eina lidna maskinu, so skapar hon nýggjar møguleikar.
? Vit kundu hugsað okkum eina automatiserað ílegging av fiskinum, men tað krevur, at vit hava eina maskinu, sum kann skilja ímillum fiskasløgini. Tað verður kanska veruleiki nú, og tí skapar tað møguleikar at menna eina automatiska íleggingarskipan, sigur John Nielsen.
Hetta kann effektivisera framleiðsluna munandi, tí helvtin av fólkinum hjá Fiskamarknaði Føroya eru íleggjarar.
? Hendan tøknin kann eisini brúkast til nógv annað, um hon fæst at rigga, og tí vóni eg, at tað fer at ganga væl við menningini av henni framyvir, sigur John Nielsen.









