Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti einum slagi av grønmeti, sum er at fáa í pakkum. Talan er um »Lækkert & Nemt Grøntsagbund« frá Rema1000, sum ávarað verður ímóti. Orsøkin er, at vandi er at hørð stykki av plasti eru í pakkanum - og tey eru gul, so tað kann vera ringt at síggja tey.
##med2##
Heilt ítøkiliga er talan um hesar pakkarnar: Rema1000 Lækkert & Nemt Grøntsagbund, sum eisini sæst á myndini omanfyri. Talan er um pakkar við eini nettovekt upp á 500 gramm, og sum eru best fyri 01.11.2024 og 02.11.2024.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av einum tekniskum feili í framleiðsluni, er vandi fyri at hørð, gul plaststykki, í ymiskum støddum og skapum, eru í vøruni. Og tað kann vera vandamikið, tí nøkur av stykkjunum kunnu vera hvøss og spísk og eta fólk tey, kunnu tey skera seg í munnin ella hálsin, ella tey kunnu fáa skaða í búkin og í tarmarnar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum pakkunum, eiga lata handlinum tað aftur, ella tey eiga at koyra tað í skrell.