Hetta skal loysast alt fyri eitt tá ið vit fáa eina nýggja samgongu

Nú hava vit fingið eina skipan, ið revsar pensjónistar fyri at arbeiða

Vit skulu ikki hava eina pensjónsskipan, ið revsar pensjónistar fyri at arbeiða.

 

Tað staðfestur Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Og hann staðfestur samstndis, at hetta er ein trupulleiki sum skal loysast alt fyri eitt, tá ið ein nýggj samgongan er komin fram at valdinum í Føroyum.

 

Hann vísir á, at nýggja pensjónsskipanin, vit nú hava fingið, loysir ikki trupulleikan, har pensjónistar missa ein stóran part av pensjónini, tá ið teir arbeiða, og tí er hon als ikki eggjandi fyri pensjónistar.

 

Bárður Nielsen vísir á, at eftir nýggju pensjónsskipanini, vit hava fingið, verða pensjónistar, ið hava arbeiðsinntøku, í roynd og veru skattaðir dupult. Fyrst verða teir skattaðir av síni inntøku og síðani missa teir ein part av pensjónini.

 

– Fyri tann einstaka pensjónistin merkir hetta, at úrtøkan verður millum lítið og onki. Orsøkin at taka eitt eyka tak verður ikki at fáa meiri burtur úr. Heldur er tað eldhugurin, og tað at halda seg virknan, ið er drívmegin hjá pensjónistum, sum arbeiða eftir at pensjónsaldurin er rokkin.

 

Formaðurin í Sambandsflokkinum staðfestur, at fyri samfelagið eru tað fleiri fyrimunir við, at fólk hava hug at arbeiða longur. Og sjálvandi skal tað vera sjálvboðið.

 

– Útboðið av arbeiðsmegi økist, og hetta er harðliga brúk fyri í Føroyum í dag, har flestu vinnugreinar skríggja eftir arbeiðsmegi. Samstundis fara pensjónistar at brúka meiri pening og sostatt fer inntøkan hjá landið og kommunum av skatti-og avgjøldum, at hækka.

 

Tí skulu vit hava eina pensjónsskipan, sum eggjar teimum, sum hava hug at arbeiða eftir pensjónsaldur. Hetta kann gerast við at hækka inntøkumarkið fyri, hvussu nógv ein pensjónistur kann forvinna, áðrenn pensjónin verður skerd. Men tað kann eisini gerast við at lata pensjónistar fáa ein serligan arbeiðsfrádrátt í skattinum.

 

– Við hesum kunnu pensjónistar velja eina lagaligari yvirgongd til pensjónistatilveruna, sigur Bárður Nielsen.