Hetta skal ikki bara verða fyri rík foreldur

Tað kann ikki góðtakast, at foreldur við látum inntøkum skulu rinda fyri tey ríku foreldrini, heldur løgtingsmaður

Barsilsskipanin skal ikki bara vera fyri rík foreldur. Tað sigur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin. Í ólavsøkurøðuni hjá løgmanni varð boðað frá, at ætlanin er at hækka hámarkið, sum foreldur kunnu fáa úr barsilsskipanini um mánaðin. Barsilsgjaldið verður roknað út eftir miðallønini, men eingin kann kortini fáa meiri enn 25.000 krónur um mánaðin, og tað hevur tað verið hesi seinastu 20 árini, ella so.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at hámarkið fyri, hvussu nógv foreldur kunnu fáa um mánaðin, má hækkast - eisini hóast avleiðingin verður, at barnsburðarfarloyvið má styttast fyri at skipanin kann klára tað, at hámarkið hækkar.

 

Men hesum tekur Bjarni Hammer ikki undir við. Hann vísir á, at umleið 70 prosent av teimum, sum fara í barsil, fáa undir 25.000 krónur úr skipanini. Og 25 prosent fáa undir 15.000 krónur. Hann staðfestir, at tey fáa ikki ágóðan av at hækka hámarkið.

 

– Tí mugu vit tryggja rættvísi í barsilsskipanina, soleiðis at tey lægstløntu ikki skulu gjalda meira til tey ríku, sigur Bjarni Hammer. Men hann ásannar, at hámarkið er ikki hækkað síðan 2004 og sjálvandi eigur tað at vera ein natúrligur partur, tá ið skipanin verður dagførd.

 

– Men at dagføra barsilsskipanina bara fyri tey ríkastu er als ikki í lagi, sigur hann. Hann sigur, at Løgtingið hevur fleiri ferðir viðgjørt hendan spurningin, og tá hevur verið upplýst, at barsilsskipanin als ikki hevur ráð til hægri útgjald. Tað merkir, at skal barsilsskipanin bera seg, skal samgongan antin stytta tíðarskeiðið - ella hækka inngjaldið og og tað fer so aftur at raka tey lægstløntu – og tað má ikki henda, leggur hann afturat.

– Tað eru fleiri, sum fáa undir 10.000 krónur um mánaðin í barsilsgjaldi, og tað kann ikki vera rætt, at tey nú skulu geva ein mánað av barsilstíðini fyri at tey, sum tjena mest, skulu hava nakrar eyka krónur? Ella skulu tey kanska rinda meira í inngjaldi, so at tey, sum tjena mest, kunnu fáa meira, spyr hann. 

Hann heldur, at tá er ikki talan um eina rættvísa skipan. Tað er rímiligt, at hámarkið hækkar, men fyrsta aðalmálið má vera at seta ein botn í barsilsskipanina - ella at áseta eitt minsta útgjald - soleiðis at tey, sum fáa allar minst úr skipanini, verða lyft upp á eitt meira liviligt støði, sigur Bjarni Hammer.