Hvørja viku hittir Sosialurin ein útiseta, sum fortelur um sítt lív sum útiseti. Hesa vikuna eru vit farin til Íslands við Marinu Svabo, sum annars er fødd og uppvaksin í Miðvági.
Hon er gift íslendskum manni og býr í dag í Norðlingaholti, ið er eystasti býlingur í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík.
Í "Vikuskifti" hjá Sosialinum fortelur hon millum annað frá, tá hon upplivdi gosið í Geldingadali.
– Í hesum døgum uppliva vit eitt nýtt gos, og hvussu sterkar nattúrukreftirnar eru. Vit bæði, maðurin og eg, fóru heimanífrá klokkan 03 fríggjanáttina í síðstu viku og gingu í myrkri.
– Tað var sera kalt, mánin kagaði fram av og á, og vit komu so til gosið í Geldingadali í lýsingini, fortelur hon.
##med2##
– Eg varð orðleys, tað er ein ólýsandi kensla at vera so nær einum gosi, luktinum og at hoyra hvussu lava spruttar upp frá 17-20 km dýpi....hetta skal bara upplivast, sigur Marina Svabo.
Les meira í innlegginum "Vikuskifti" hjá Sosialinum.