Nógv kjak hevur verið seinastu vikurnar um flóttafólk og hvat føroyingar kunnu ella skulu gera við tað. Serliga á sosialum miðlum hevur orðadrátturin mangan verið harður.
Kjakið um flóttafólk kyknaði aftur umleið samstundis sum samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn byrjaðu.
Á fundi í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið, har politikarar søgdu sína hugsan um hvussu flóttafólk kunnu hjálpast, varð nevnt av samgongulimum, at nýggja samgonguskjalið fór at nevna flóttafólk og viðurkenna, at Føroyar høvdu eina ábyrgd at hjálpa.
Flóttafólk er eisini vorðin ein partur av samgonguskjalinum, men sjálv orðingin tekur ikki støðu til, um Føroyar skulu hjálpa flóttafólkum á staðnum ella um man ynskir at taka móti flóttafólkum í Føroyum.
Orðingin er fylgjandi:
- Sum partur í einum sínámillum tengdum heimi hava Føroyar eisini ábyrgd í mun til tær ovurhonds stóru avbjóðingarnar við flóttafólki og neyðstøddum kring heimin - og á henda hátt av at royna at skapa eitt tryggari heimssamfelag.