Klokkan 11 í dag var lutakastið til EM 2024. Føroyar komu í bólk E saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, leggur ikki nógvar kenslur í lutakastið, men heldur tað er ein ítróttarligur spennandi bólkur, tí talan er um rímiliga javnt sterk lond, ið kunnu taka stig frá hvørjum øðrum.
- Í besta føri komu vit í ein bólk við seks londum, so tvey eru styrkimett lægri enn vit, men hinvegin so er talan um ein bólk við javnt sterkur londum, sum kunnu taka stig frá hvørjum øðrum. Tað hevði skapt meiri áhuga, um tað var eitt stórt land sum Ongland í bólkinum, men eg haldi hetta er ein áhugaverdur bólkur, sigur Håkan Ericson.
Føroyar hava fyrr verið í bólki saman við Kekkia og Moldova, vit hava spælt venjingardyst móti Póllandi og hetta er fyrstu ferð, at vit møta Albania.
- Pólland er favorittur í hesum bólkinum. Teir hava júst vunnið á Svøríki í avgerandi dystinum um at koma til HM í Katar. Eg havi eisini møtt Póllandi við svenska U21-landsliðnum. Teir eru altíð væl skipaðir og rennsterkir, umframt at nú er Robert Lewandowski eisini í álopinum. Hann er millum bestu spælararnar í heiminum, sigur Håkan Ericson.
Håkan Ericson kennir minni til Kekkia og Albania, men veit alt um Moldova, sum vit vóru í bólki saman við fyri tveimum árum síðani.
- Vit fyrireika okkum altíð til at vinna slíkar dystir. Vit skulu tora at droyma og vit skulu hava tað sálarligu styrkina at tora at spæla fyri at vinna. Moldova kenna vit og tað verða tveir javnir dystir. Hetta er fyrstu ferð at bæði eg og Føroyar møta Albania, so veit eg ikki meir enn at teir spæla tekniska fótbólt, sigur Håkan Ericson.
Tað hava verið ymiskar reaktiónir upp á lutakastið í dag. Tað er tey, sum høvdu ynskja eitt nú Ongland ella eina aðra stórtjóð á Tórsvøll, meðan onnur ynsktu at fáa eitt lið úr 6. styrkisbólkinum. Håkan Ericson sjálvur er hvørki glaður ella vónbrotin.
- Eg leggi ikki so nógvar kenslur í lutakastið. Eg havi onga ávirkan á tað og fyrihaldi meg bara til úrslitið. Nú fara vit í gongd við at fyrireika okkum og hyggja nærri at mótstøðulondunum, sigur Håkan Ericson við In.fo úr telefonini í Týsklandi.
Fótbóltssambondini fyrireika nú skránna til EM-undankappingina, sum verður komandi ár.
Her er lutakastið:
Bólkur A: Spania, Skotland, Noreg, Georgia, Kýpros
Bólkur B: Holland, Frakland, Írland, Grikkaland, Gibraltar
Bólkur C: Italia, Ongland, Ukraina, Norðurmakedónia, Malta
Bólkur D: Kroatia, Wales, Armenia, Turkaland, Litava
Bólkur E: Pólland, Kekkia, Albania, Føroyar, Moldova
Bólkur F: Belgia, Eysturríki, Svøríki, Aserbadjan, Estland
Bólkur G: Ungarn, Serbia, Montenegro, Bulgaria, Luksemborg, Litava
Bólkur H: Danmark, Finnland, Slovenia, Kasakstan, Norðurírland, San Marino
Bólkur I: Sveis, Ísrael, Rumenia, Kosovo, Hvítarussland, Andorra
Bólkur J: Portugal, Bosnia-Hersigovina, Ísland, Luksemborg, Slovakia, Liktinstein
Styrkisbólkur 1
Holland, Kroatia, Spania, Italia, Danmark, Portugal, Belgia, Ungarn, Sveis og Pólland
Styrkisbólkur 2
Frakland, Eysturríki, Kekkia, Ongland, Wales, Ísrael, Bosnia-Hersigovina, Serbia, Skotland og Finnland
Styrkisbólkur 3
Ukraina, Ísland, Noreg, Slovenia, Írland, Albania, Montenegro, Rumenia, Svøríki og Armenia
Styrkisbólkur 4
Georgia, Grikkaland, Turkaland, Kasakstan, Luksemborg, Aserbadjan, Kosovo, Bulgaria, Føroyar og Norðurmakedónia
Styrkisbólkur 5
Slovakia, Norðurírland, Kýpros, Hvítarussland, Litava, Gibraltar, Estland, Lettland, Moldova og Malta
Styrkisbólkur 6
Andorra, San Marino og Liktinstein
Dystaryvirlit / EURO 2024:
Dystur 1: 23. – 25. mars 2023
Dystur 2: 26. – 28. mars 2023
Dystur 3: 16. – 17. juni 2023
Dystur 4: 19. – 20. juni 2023
Dystur 5: 7. – 9. september 2023
Dystur 6: 10. – 12. september 2023
Dystur 7: 12. – 14. oktober 2023
Dystur 8: 15. – 17. oktober 2023
Dystur 9: 16. – 18. november 2023
Dystur 10: 19. – 21. november 2023
EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli 2024.