Hetta sigur DMI um veðrið í kvøld

DMI roknar við hampuligum veðri gamlaárskvøld

Danska veðurstovan DMI hevur í morgun gjørt nýggja veðurforsøgn, og sambært henni verður veðrið hampuligt í kvøld.

 

DMI sigur, at í dag vera 7-13 m/s av útnyrðing. Skýggjað, ælaveður og sólglottar. Seinnapartin 5-10 m/s av vestri. Mest turt og nakað av sól. Hitin verður millum frostmarkið og 4 kuldastig.

 

Í kvøld sum frálíður 7-13 m/s av suðri og útsynningi. Klárt ella nakað av skýggjum.

 

Í nátt upp í 15 m/s í støðum og meira skýggjað. Hitin verður millum frostmarkið og fýra hitastig.

 

Sunnudagin 10-15 m/s av útsynningi og suðri. Samdrigið og regn ella vátakavi av vestri. Hitin verður millum 1 og 5 stig.