Hetta setti mót í HB

Páll M. Joensen var væl nøgdur við HB sigurin og avrikið. Hann ásannaði, at tølini høvdu ikki verið við eftir tvær tær fyrstu vitjanirnar í Eysturoy, og tí var sigurin serliga søtur:

- Vit hava roknað okkum sjálvar ikki at vera so stinnar á útivølli, men hetta avrikið var fínt. Tað gevur okkum eyka mót og dirvi, nú vit skulu fyrireika okkum til vitjanina í Sørvági. Vit vístu góðan hugburð, og eg haldi ikki, at sigurin nakrantíð var hóttur. Hóast teir minkaðu um munin til 3-1, so kendu vit tað ongantíð soleiðis, at sigurin var hóttur, tí tá ið teir høvdu skorað, so høvdu vit møguleikar at skora bæði fjórða og fimta málið var skoðsmálið hjá Pálli M. Joensen í HB.