Tað er stórtíðindi fyri bretska rúmdarferðslu, at Lockheed Martin hevur fingið loyvi at fara undir at nýta Lamba Ness í Unst í Hetlandi sum skotpall til rúmdarætlanir sínar.
Tað sigur bretski forsætisráðharrin í Twitter.
Shetland News skrivaði í morgun, at Lockheed Martin, sum hevur fingið játtan á 13,5 milliónir bretsk pund til at nýta til rúmdarætlanir, hevur valt Shetland Space Center í Lamba Ness sum skotpall.
Ætlanirnar hava við sær, at so tíðliga sum í 2024 eru 605 nýggj størv innan rúmd og rúmdarferðslu í Skotlandi. 140 teirra verða í Unst, meðan 210 vera í Hetlandi.
Við avgerðini verður Unst í Hetlandi miðdepil í handilsligu rúmdarætlanunum hjá Bretlandi, og bretska stjórnin vil vera við, at Bretland hevur við avgerðini styrkt støðu sína sum miðdepil skotpall fyri smáar satelittar.