Hetta segði Løkke um Føroyar

Forsætisráðharrin hevur í dag hildið setanarrøðu í fólkatinginum

Klokkan 11 varð danska fólkatingið sett, og sum siður er helt forsætisráðharrin setanarøðu um støðuna í ríkinum. Í fólkatingssalinum vóru tvey føroysk umboð - fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale og løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu. Fólkatingsmaðurin Magni Arge hevði forfall.

Lars Løkke Rasmussen tosaði millum annað um ríkisfelagsskapin, og hann endurtók seg sjálvan í málinum um føroyska stýrisskipanarlóg, sum hann sigur skal  kunna rúmast innan fyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum.
Hetta er tað, sum Lars Løkke Rasmussen segði um ríkisfelagsskapin í røðu sínari:


"Danmark samstarvar í Europa og í heiminum. Men tað eru tvey lond, sum vit hava serligt tilknyti til. Ríkisfelagsskapurn er ein serligur felagsskapur. Ein felagsskapur, sum byggir á virðing um, at vit eru ymisk.

Eg virði ynskið um, at ein stjórnarskipan skal siga frá samleikanum hjá føroyska fólkinum. Men tað er greitt, at ein stjórnarskipan skal kunna rúmast innan fyri karmarnar í ríkisfelagsskapinum, so leingi Føroyar eru ein partur av felagsskapinum. Tað vilja vit arbeiða fyri við dialogi um stjórnarskipanina.

Eg vil eisini fegin verða við í einum samskifti um búskaparstøðuna. Hon er ymisk í Føroyum og Grønlandi. Bæði londini hava góðar konjunkturar. Men tað eru eisini stórar avbjóðingar í longra lagi.

Og vit leggja upp til at stuðla arbeiðnum hjá sjálvstýrinum fyri børnum og ungum í Grønlandi. Á sama hátt vilja vit styrkja innsatsin fyri grønlendingum í Danmark, sum hava avbjóðingar.

Vit skulu verða errin av okkara ríkisfelagsskapi. Vit geva pláss fyri ymiskleikanum, men hava eina felags kjarnu. Tað varð eisini váttað á ríkisfundinum í Grønlandi í vár. Vit hava eina siðvenju saman at finna loysnir, sum kunnu lyfta okkum øll.”    

Øll setanarrøðan hjá Lars Løkke Rasmussen kann lesast her