Hetta segði Henrik Old um hollendingar

Nógv kjak hevur staðist av røðuni sum landsstýrismaðurin í samferðslumálum Henrik Old hevði á løgtingi í gjár undir viðgerðini av løgmansrøðuni.


Hóast hann er landsstýrismaður í samferðslumálum, so var tað ikki innan hansara egna øki, at hann vakti ans, men var tað, tá hann viðgjørdi útlendskan ognarskap í fiskivinnuni.


Her er tað landsstýrismaðurin segði um hollendingar orð fyri orð.


- Tað sum hevur verið øgiliga nógv diskutera eisini er fiskivinnuskipan. Nú skal eg ikki gera so nógv burturúr tí, men tað er blivin ein øgiliga stórur partur av orðaskiftinum og tí politiska arbeiðinum. Sjálvur haldi eg, at tað kanska verður fokusera øgiliga nógv upp á tað, men nú sá eg ein dagin, at útlendingar hava yvirtikið ella átti í einum triðingi, veit ikki um tað var sekstan ella átjan, skipum í Føroyum.


- Eg má siga, at eg hevði ikki væntað, at vit komu í ta støðu, at útlendingar áttu ein so stóran part av okkara høvuðsinnu. Tað stóð eitt ella annað stað, at hollendingar hava eigaraskap í sekstan ella átjan skipum. Tað má eg siga er heilt ófatiligt at tað er komi hartil. Aftaná hundrað ár við føroyingum so gevur man skarvin yvir og sigur, at nú eru tað hollendingar, ið reka tað víðari.


- Er tað nakað sum eg ræðist. Er tað nakað sum eg ræðist, eg havi fiskað í nærhendis av hollendingum og fingist eitt sindur við tað í meira enn tretivu ár, næmari fjøruti. Tað einasta eg ræðist, av øllum, øllum, sum man møtir úti í havinum, er hollendingar. Tað einasta eg ræðist er hollendingar. Tí vil eg inniliga heita á øll sum eru inni her, hvussu leingi tað verður aftrat, haldi hollendingar burtur. Fyri alt í verðini halda hollendingar burtur, fyri alt í verðini.


- Teir lensa hvørja krónu har sum teir eru og teir fara ikki avstað aftur fyrr enn landið er oyði har teir hava verið. Tíðin hevur víst okkum tað, vit kunna bara fara suðureftir at hyggja, so langt suður sum vit vilja, til endan av verðini.


- Har sum teir hava verið, har er oyði, tá teir fara avstað aftur. Har er totalt oyði. Har brúkar man skipini at flýggja av landinum við. Man brúkar skipini at flýggja av landinum við. Tí sigi eg bara sum er, at eg haldi man má passa øgiliga væl uppá ikki at avreiða okkara fiskivinnu. Tað kann gott virka tiltrekkjandi, at siga fínt, lat tað koyra eina tíð, men tað er bara soleiðis, at teir fara ikki avstað aftur, tá teir fyrst hava fingið fatur í. Teir fara ikki avstað aftur. Soleiðis er tað bara. Tí má man passa øgiliga væl uppá.


Í einum svari til eina viðmerking frá Jógvani Skorheim, formanni í Sjálvstýri, legði landsstýrismaðurin dent á, at tað einans er hollendingar, ið hann ikki ynskir í fiskivinnuni.


- At tað skal vera rasisma at siga tað, at man ikki letur útlendingar yvirtaka ein part av fiskivinnuni, tað dugi eg slett ikki at skilja. Um tað er rasisma, gud viti hvar vit enda fyrr ella seinni. Eg eri av tí yvirbevísing at føroyingar skulu hava eina fiskivinnu, og vit hava klárað tað í gott hundrað ár. Tað kann ikki vera rætt, at aðrir koma og yvirtaka. Og spesielt ikki hollendingar- tað er harí ein ávís skepsis er. Eg hevði einki ímóti at onkur íslendingur var her ella onkur norðmaður ella onkur annar, men bara ikki hollendingar.